Góða genta
Takk fyri brævið.
Tað er gott at hoyra, at tú ynskir at fáa hjálp at sleppa av við tín sjálvskaða, tí tað ber væl til at sleppa av við tað. Og eg skilji væl, at tú kanst blíva bangin við tankan um tað eisini. Í staðin fyri at skava teg í skúlanum, soleiðis at ein lærari sær tað, so haldi eg, at tú skalt skriva til heilsusystrina á skúlanum. Tær hava allar eitt tlf. nr., sum stendur á heimasíðuni hjá skúlanum. So kanst tú senda henni eini sms boð um, at tú ynskir at tosa um sjálvskaða. Síðani verður tú boðin til eina samrøðu. Tú kanst eisini skriva í teimum boðunum, at tú ert bangin um at siga tað hart. Heilsusystrarnar duga sera væl at tosa við ung fólk um trupul ting, og eg eri vís í, at hon tekur væl ímóti tær, um tú skrivar til hennara, at tú ynskir at fáa hjálp til sjávskaða.
Tú ert vælkomin at skriva aftur, um tú ivast í onkrum. Tú kanst eisini ringja á tlf. 116111, sum svarar hvørt kvøld frá kl. 20-24. Har er ikki neyðugt hjá tær at siga, hvør tú ert.
Alt tað besta,
Annika