Góða tú. Takk fyri brævið. Tað krevur dirvi at skriva um hetta og seta orð á alt tú hevur verið í gjøgnum. Tað ljóðar sum tú hevur havt tað trupult leingi og tað er nógv at standa einsamøll við so leingi.
Tìnar lýsingar við sjálvskaða og tankin um at bróta armin hjá tær, eru tekin um, at tú stríðist og hevur brúk fyri stuðli. So tá tú spyrt um tú kanst spyrja foreldrini hjá tær um at tosa við td. ein terapeut, haldi eg, at tað ljóðar sum eitt gott hugskot. Um tað er ov trupult at siga hart, kanst tú eisini skriva teimum eitt bræv.
Tað kann vera trupult at tosa við síni foreldur um, at man hevur tað trupult. Men eg hugsi, at tað hevði verið hjálpsamt fyri teg og tey, at tey vistu eitt sindur um hvussu tú hevur tað. Um tú ikki følir, at tú kanst tosa við tíni foreldur, so kanska tú kundi tosa við ein lærara, heilsufrøðingin á skúlanum ella onkran annan vaksan, sum tú hevur álit á.
Tað týdningarmiklasta er, at tú ikki skalt bera alt hetta sjálv. Tað eru vaksin, sum kunnu og vilja hjálpa tær. Tú ert ikki einsamøll. Og nú hevur tú tikið fyrsta stigið við at skriva til okkum.
Tú ert vælkomin at skriva til okkum aftur ella ringja til Tú & Eg Ráðgevingina á 116 111.
Alt tað besta.