hjálp mær please

Spurningur: Hey:) eg gangi í einum flokki, og eri simpulthen so forelskað í einum drongi í mínum flokki. Vit fylgjast regluliga uttanfyri skúlatíð, men føli at tað er mest eg, sum spyrji um vit skulu fara út, og vit fara sum oftast út fleiri enn bara vit bæði. (Tað er kanska oftast eg sum spyrji av tí at eg havi bil, og tað hava hini sjálvdan. ) Problemið er at eg ikki veit um hann hevur nakað sum helst fyri mær ella um vit bara eru góðir vinir? Hann snakkar ongantíð um gentir, og er generelt ein nokkso privatur persónur. Hvussu kann eg finna útav um hann hevur nakað fyri mær uttan at gera tað løgið? ella burdi eg bara einki gjørt við nakað?
“Góða genta.
Takk fyri brævið.
Tað ljóðar gott hjá tær, at tú ert forelskað – tað er ein ein góð kensla at hava. Men tað kann eisini vera frustrerandi, tá tú ikki veitst, um kenslurnar ganga báðar vegir.
Tað eru helst fleiri ting, tú kanst gera í støðuni, tú ert í beint nú. Ein møguleiki er, at tú fortelur dronginum, at tú ert forelskað í honum og vitar, hvat hann sigur til tað. Tað kann vera, at hann hevur tað upp á sama máta við tær, men tað kann eisini vera, at hann ikki hevur tað soleiðis, og at vinarlagið tykkara millum so broytist. Ein annar møguleiki er at vera tolin og at blíva við at fylgjast við honum, sum tú gert nú, tí tað ljóðar, sum um tit hava tað gott, tá tit fylgjast. So fer tað kanska at útvikla seg til meira enn vinir, og kanska ikki. Tað eru fyrimunir og vansar við báðum, og tað kemur kanska ann uppá, um tú hevur hug og tol at bíða ella ikki.
Eg hopi, at tað fer at loysa seg hjá tær, og tú ert vælkomin at skriva aftur.
Alt tað besta.”