kropsligani útvikla

Spurningur: Eg eri 14 ár, tó havi altíð verið virkuligani útvikla, eg havi stóra bringu, lítla miðju, og “alt tað góða”. hvørja ferð eg royni at føla meg fitta og pena, kennist tað sum eg bara føli meg “lekkra” og aldrin veruliga pen. eg leggi eisini merkið til at dreingir stara altíð at mítt kroppi, gamlir sum ungir. tað skenerar meg virkuligani. Tá eg havi dreingja vinir tosa teir sum oftast bara um mín kropp fyri at gera seg upp. og næstan allir dreingir í eg kenni kalla meg bara fyri horu allatíð. í síðstini havi eg havt interessu í einum dreingi í mínum flokki, eg leggi merkið til at hann hyggur eftir mær við hvørt, tó aldrin eftir andlitinum yvirhøvur, bara mínum kroppi. mínir vinir siga eisini konstant at hesin drongur hyggur so løgið at mær, so eg veit at eg ikki bara fyristilli meg tað. Eg havi eisini eina kroniska sjúku so kalla “skoliose”, eg veri altíð dømd og happa av tí, ung sum kenna tað herma eftir hvussu skeiv eg eri, og vaksin í ikki vita av tí, grenja altíð um hvussu eg standi, hvussu mín ryggur sær út, hvussu eg krúpi, hvussu eg næstan ikki fái flutt ryggin, alt! Góði hjálpi mær við hvussu eg kann smá fortelja vaksin at eg síggi so út sum eg geri av skoliose, og hvussu kann eg føla meg betur um mín kropp!
Góða tú,
Takk fyri brævið og títt dirvi at skriva her.
Tað ljóðar sum, at tað viðhvørt er strævið at vera tú. Tað kann ikki vera stuttligt at føla, at øll bara hyggja eftir kroppinum hjá tær allatíð, og at ung og vaksin viðmerkja hvussu hann sær út, samstundis sum at tú hevur sjúkuna skoliose. Tá man er tannáringur broytist kroppurin nógv, og tað er vanligt at man kennir, seg ótryggan í sínum egna kroppi. Tað kann vera hart at vera í – serliga tá man eisini hevur sjúkuna skoliose at stríðast við.
Eg haldi ikki at tú skalt ganga einsamøll við tí, sum tú stríðist við, og tí haldi eg at tú átti at tosa við onkran vaksnan, sum tú hevur álit á. Er hetta nakað, sum tú kundi fortalt foreldrunum hjá tær? Um tú gongur í skúla, kanst tú eisini tosa við heilsusystrina á skúlanum hjá tær. Saman kunnu tit kanska finna útav hvussu tit kunnu fortelja øðrum um tína sjúku, og tú kanst fortelja hvussu tú hevur tað við tínum kroppi og teimum viðmerkingunum, sum tú fært.
Tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl 18 til 22.
Alt tað besta