Tíð hjá sálarfrøðingi

Spurningur: Hey :) Eg veit ikki, um nakað aldursmark er á hesi tænastuni, men eg royni allíkavæl, nú eg eri fyltur 28. Í øðrum spurningi verður svarað, at til ber at fáa 10 ókeypis samrøður við sálarfrøðing við ávísing frá lækna. Hvussu beri eg meg at, nú eg eri 28 ár? Er tað kostnaðarmikið at fara til sálarfrøðing? Og hvussu fái eg samband við ein?

Góði tú

Takk fyri brævið.

Tú ert hjartaliga vælkomin at skriva til okkara, hóast tú ert 28 ár. Tú og Eg Ráðgevingin er fyrst og fremst ætlað børnum og ungum, men vit vilja fegin hjálpa tær víðari.

Eg vil mæla tær til at seta teg í samband við tín kommunulækna. Tú kanst greiða læknanum frá, hvussu tú hevur tað, og hví tú ynskir at tosa við ein sálarfrøðing. Læknin kann síðani hjálpa tær at finna út av, hvørjir møguleikar eru fyri hjálp, og um tú kanst fáa eina ávísing.

Tað er eisini møguligt at venda sær beinleiðis til ein privatpraktiserandi sálarfrøðing, men tá mást tú vanliga sjálvur gjalda fyri samrøðurnar.

Skipanin við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð er í løtuni fyri ung millum 15 og 25 ár. Men sum 28 ára gamal kanst tú fáa eina ávísing frá kommunulæknanum, har Heilsutrygd rindar ein part av kostnaðinum.

Eg vóni, at tú finnur ta hjálp, tú hevur tørv á.

Tú ert vælkomin at skriva aftur, um tú hevur fleiri spurningar.

Alt tað besta.