Góða genta
Tað ljóðar, sum tú ert ein góður vinur, tá tú vilt hjálpa tínum systkinabarni. Tú skrivar ikki, hvat vinurin hevur sagt, og hvat tað er, sum skal meldast – men eg haldi, at tað besta, tú kanst gera í løtuni, er at blíva við við at vera ein góður vinur hjá systkinabarninum og tosa við hana, ella gera ting saman við henni. Tað hjálpir ofta sera nógv at hava góð fólk rundan um seg, tá okkurt í lívinum er eitt sindur besverligt.
Tú ert vælkomin at skriva aftur til okkara.
Alt tað besta.