Sjálvsvirði, kroppur, foreldur

Spurningur: Hey, eg eri ein genta sum dámar væl at prøva nýggj klæðir. Eg elski at síggja fashion video á sosialu miðlunum. Men her eru eingin vøkur/kul klæðir í føroyum!! Tá ið eg havið veri uttalanda og keypt klæðir føli eg meg ov ljóta og for breiða, í kyndur hetta gamla við at ikki eta. Eg kann ikki liva nú, hvussu eg gjørdi fyrr. Fyrr plagdi eg at ikki eta í langar stundir. Eg elski at eta. Eg má. Eg gangi til ídrott. Men eg røddin er byrja at koma aftur. Sama er við makeup. Eg koyri nógv á, tí mær dámar ikki hvussu eg síggji út. Eg vil gera so nógv sum eg haldi hevði hjálpt við sjálvsvirðinum (lita hár, fáa piercings) men tað lovar mamma mær ikki. Og eg følið bara at eg blívið verri fyri. Eg tími ikki at fáa eitt svar sum “um tú tosar foreldurini Ella ein sálarfrøðing, blablabla”. Eg veit ikki hví eg skrivi, tí eg veit at hatta verður svarið, men eg havi einki anna at gera.

Góða tú

Takk fyri brævið.

Tú ert ein genta, sum dámar væl móta, klæðir og makeup, og sum hevur hug at royna ymiskar mátar at vísa, hvør tú ert. Samstundis stríðist tú við, hvussu tú sært út, og hetta ávirkar bæði títt sjálvsvirði og trivnað. Tað má vera ordiliga strævið.

Eg leggi serliga merki til, at tú skrivar, at tú fyrr hevur gingið leingi uttan at eta, og at røddin, sum fær teg at vilja gera tað, nú er byrjað at koma aftur. Tað taki eg í álvara. Tá vit eru ónøgd við okkara útsjónd, kunnu vit fáa eina kenslu av, at vit mugu broyta okkurt við okkum sjálvum fyri at vera nóg góð. Men trupulleikin er, at sjálvkritisku tankarnir ofta ikki hvørva, hóast vit broyta okkara útsjónd.

Tú ert 14 ár, og í tannárunum broytist kroppurin nógv. Tað er eisini vanligt at samanbera seg við onnur, serliga tá vit síggja nógvar myndir og video á sosialu miðlunum. Men tað er vert at minnast til, at nógv av tí, vit síggja, er væl útvalt, redigerað og als ikki vísir, hvussu fólk síggja út í veruleikanum. Tað kann tí hjálpa at leggja merki til, um ávísir profilar fáa teg at føla teg verri við tær sjálvari, og kanska velja teir frá í eina tíð.

Eg skilji væl, at tú hevur hug at broyta hár, fáa piercingar og royna nýggjan stíl. Tað er ein natúrligur partur av at finna sín egna samleika. Men títt virði sum menniskja er ikki treytað av, hvussu tú sært út.

Tú skrivar, at tú ikki tímir at fáa ráð um at tosa við foreldur ella sálarfrøðing. Tað skilji eg, og tú ynskir okkurt meira ítøkiligt. Men eg vil kortini siga tær, at tá tankar um at lata vera við at eta koma aftur, er tað týdningarmikið, at tú ikki stendur einsamøll við teimum. Kanska kanst tú vísa einum vaksnum júst hetta brævið, um tað er torført at siga tað við egnum orðum.

Eg vóni, at tú við tíðini kanst fáa eitt blíðari eyga á teg sjálva. At tú trívist í tínum kroppi, etur teg metta og gleðist um móta og klæðir, uttan at tað skal gera teg kedda.

Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur ella ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl. 20 til 24.

Alt tað besta.