Testikkulkreft

Spurningur: Hey, Tað er ein tíð síðan at eg havi lagt í merkis til, at eg havi eitt slag av onkrum vøkstri á mínum vinstra steini/nossa. Havi aldri hugsað nakað serligt um tað, fyrr enn nú. Eg merki henda vøksturin serliga væl, tá eg eri heitur og pungurin hongur. Eg hvørki havi hug ella tori at tosa við foreldur míni um tað og vildi heldur sloppið at tosa við ein lækna. Eg veit bara ikki hvussu man ger við læknum, hvussu man biðjur um tíð til dømis. Havi aldrin roynt tað áður. Haldi at heilsa eigur at takast í álvara, men eg siti eitt sindur fastur við hesum, tí eg veit ikki hvussu eg skal biðja um hjálp.

Góði Ungi maður,

Takk fyri títt bræv.

Pungurin tillagar seg eftir temperaturinum, og tí er altíð lættari at kenna/føla eftir tá ið hann er heitur, eitt nú tá ein stendur undir brúsuni undir flógvum vatni.

Pína, bólga, ella útfyllingar í punginum kunnu hava ymiskar orsøkir, sum ofta kunnu tykjast óhugnaligar. Tó eru nógv av hesum tilstandum ‘banalir’, men onkur krevur skjóta viðgerð.

Pína og bólga í punginum kunnu standast av trupulleikum við testikklum, bi-testiklunum, ella æðrunum í punginum. Kanningar og skjót viðgerð er týdningarmikil, serliga um talan er um álvarsamar orsøkir.

Orsøkir til pínu og bólgu í punginum

  • Epididymitis: Ein bólga í bitrastokkinum, sum oftast er ein infektión orsakað av bakterium, t.d. klamydia ella gonorrhea, men eisini kann stava frá bakteriellum infektiónum í bløðru ella prostata.
  • Testikel torsion: Ein bráfeingis snaring av testiklinum, sum kann blokera blóðrenslið. Hetta er eitt álvarsamt ástand, sum krevur skjóta skurðviðgerð fyri at bjarga testiklinum.
  • Varicocele: Ein æðraútvíðing í punginum, sum minnir um varikøse æðrar í beinum. Tað kann elva til óbehag og í summum førum til ófruktbæri.
  • Hydrocele: Væta, sum savnast rundan um testikklarnar, ofta uttan pínu. Tað er vanliga meinlítil, men kann elva til ein stóran og tungan pung.
  • Inguinal hernia (bruni): Ein brokkur, har eitt partur av tarmunum trýstir niður í pungin. Hetta kann elva til bólgu og pínu, serliga undir ávísum virksemi.
  • Testikulkrabbi: Ein sjáldsamur, men álvarsamur tilstandur, har ein krabbi veksur í testiklinum. Tað vísir seg ofta sum ein harður, ópínufullur knúti.

Kanning og viðgerð
Læknin fer at kanna pungin við hond og møguliga nýta ultraljóðskanning fyri at finna fram til orsøkina. Blóðroyndir og/ella urinroyndir kunnu eisini verða gjørdar.
Viðgerð kann fevna um antibiotika ella aðrar serligar viðgerðir alt eftir, hvat orsøkin til trupulleikarnar er.

Bíleggja tíð hjá lækna. 
Tú kanst vitja heimasíðuna https://www.minlaekni.fo/
Har kanst tú bóka tíð, og skriva í stuttari viðmerking hvør orsøkin er, at tú ynskir at tosa við læknan.
Tú kanst stutt og greitt siga, at tú følir okkurt ókent í punginum, og tú ert stúrin.

Læknin fer nokk at spyrja um:

  • Hvussu leingi trupulleikarnir hava vart
  • Hvussu trupulleikarnir byrjaðu
  • Um pínan er uppstaðin brádliga – um:
    • pínan kom heilt knappliga ella meira stigvíst
    • tú hevur upplivað hetta áður?
    • tú hevur fepur
    • tú hevur trupulleikar við at pissa
    • tú annars kennir teg sjúkan
    • tú hevur fingið eitt slag ella eitt spark móti lívrisanum innan fyri seinastu dagarnar

Læknakanningin

  • Læknin fer at kanna pungin og føla á testikklunum og bitrastokkunum
  • Læknin fer møguliga at lýsa gjøgnum pungin við eini lummalykt, sum verður trýst móti húðini – við gjøgnumskygdum pungi ber til at staðfesta vatnbrokk heldur enn ein størri testikkel.

Vinaliga
116111
Tú & Eg Ráðgevingin