Hey tú
Takk fyri brævið og fyri títt dirvi at skriva.
Tillukku við konfirmatiónini 🙂
Tað ljóðar, sum lívið er eitt sindur tungt fyri tíðina, og tú hevur nógvar tankar og stúranir. Hetta er faktisk ordiliga vanligt, sjálvt um tú kanska ikki hoyrir onnur tosa um tað. Ofta kunnu bæði tankar og stúranir blíva stórir og ringir at kontrollera, og tá er best at snakka við onkran vaksnan. Er nakar vaksin, sum tú hevur álit á? Tað kann vera eitt foreldur ella onkur annar í familjuni, ein lærari ella heilsufrøðingur á skúlanum, ein venjari ella onkur heilt annar. Tað, sum kann hjálpa upp á ringar tankar, er at siga teir hart við onkran – sjálvt um tú følir, at tankarnir eru ólekrir. Tú behøvist heldur ikki at siga alt í senn, men tú kanst siga at tú hevur tað ringt, ella at tú ofta ert kedd/ur ella hevur keðiligar tankar. Tað ljóðar gott, at tú væntar, at foreldrini fara at hjálpa tær, og ofta reagera foreldur øðrvísi enn man heldur – so tað kann vera, at tey verða glað fyri, at tú sigur teimum frá.
Alt tað besta,
Annika