Hey Hey,
Takk fyri títt bræv.
Tað er ikki altíð líka lætt at finna eina løtu fyri seg sjálvan, har ein frítt kann hugsavna seg um at skriva eitt bræv.
Ein møguleiki er, at skriva sjálvt brævið inni á einum øðrum forritið enn sjálvari heimasíðuni hjá ráðgevingini. Um onkur tá kom brestandi inn til tín, so hevði tað nokk bara sæð út sum at tú gjørdi skúlating. Tá ið brævið er liðugt, so avrita tað inn í brævkassan.
Tað ber eisini til at gera tað umvegis telefon, men tað er ikki líka lætt at skriva langan tekst á telefonini.
Tú skrivar, at hetta var ikki akkurát tað tú ynski at skriva um, men hetta bleiv ein trupulleiki á vegnum.
Um mamma tín spyr, so kanst tú siga, at ráðgevingin ikki bara hjálpir við Stórum problemum, sum beiggi tín segði.
Eitt hugskot er eisini at ringja 116 111. Tað er anonymt og svarar allar dagar frá 0900 til 1600 og so eisini hvørt kvøld frá 2000 til 2200. Har ber til at fáa beinleiðis ráðgeving, uttan at ráðgevin spyr eftir hvør tú ert.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin