Spurningar um “psychward”

Spurningur: Eg veit ikki um tað eitur psykiatriskur depilin (altso “psychward”) men tað er snedigt at siga tað á enskum, so eg sigi vara psykiatriski depilin, men tit mugu bara vita eg meini við psychward. So eg havði gjørt sjálvskaða í leinga tí nú, menn eingin sum kann faktiskt hjálpa mær tekur tað seriøst. Eg havði fingi ein psykolog nú, tað tók longu ordliga leingi (tí eg segði einki fyri enn eg var í 8. Og tí míni foreldur lurtaði ikki eftur hvat læknin segði intil MÁNAR seinni. Men nú endliga. Men einki verður enn gjørt til at hjálpa mær, ja eg snakki við psykolog, men hon spyr bara spurningar, og ja eg eri ordliga glað fyri tað, men hon hjálpir ikki ordliga… Eg hopi tit vita hvat eg meini við. Men so eg havi longu prøva tað fyrr, (men tað riggaði sjálvandi ikki tí eg skrivi hettar) at drepa meg sjálvan, og nú ætli eg aftur at prøva, men eg veit ikki heilt, men alíkavæl vil eg, men umaftur so ikki heilt 100%. Men so ætli eg mær at ringja 112 og siga at eg fari at drepa meg sjálvan. Men tað er bara tað at eg veit slett ikki hvat hendur um mann gerð tað? Ferð mann engong í psykiatriska deildina? Ella er tað anna uppá???? Og um tad er anna uppá, so hvat er tað anna uppá? Og hvussu riggar tað? Ringur mann bara, og so Finnson tey teg og taka teg til sjúkrahúsið???? Siga tey við teg at fara til sjúkahúsi um so so nógvir dagar? Fert tú í eina sjúkrabil? Eg veit bara ikki hvat hendur, og eg havið tað ringt við at gera sovorni ting um eg ikki veit næstan heilt hvussu tað alt riggar. Eg kann ikki bara ringja og so síggja havt hendur, so hevði eg aldrin tora. So eg havið ræguliga nógvur spurningar, og eg hopi at tit kunni svara teimum skjótt. So alt hatta sum eg spurdi, og so eisini hvussu er tað inni har? Blivir telefonin tikin? Blívur hon tjekka??? Um hon blívur so hvat er ikki loyvt? Hvussu riggar tað tá mann ringur til 112, eru tey fitt ella blíva tey ordliga beingin og siga við teg at geva hvar tú ert beinanvegin? Ella okkurt annað???? Og tað sum eg ætli at gera er at ringja ein dag áðrenn eg ætli at drepa meg sjálvan. Eg ætli tann síðsta dagin at skriva brøv til øll fólkini í mínum lívi sum hava verði so góð við meg, og eg eri góð við tey. Og so ætli eg eisini at brúka tíðina við mínari familju, og helst vinum. So hvis eg ringi 112 og sigi at eg ætla at drepa meg sjálvan tann næsta dagin, men fyrst ætli eg mær at brúka tíð við fólki í mínum lívi, og eg ætli at skriva brøv, og so ætli eg at drepa meg sjálvan, hvat fara tey at gera og siga? Og um tit kunni pls sig mær detaljur. Og eisini er tað 100% eg hevði so fari til psykiatriska depilin? Eg ætlaði ikki engong at koma á her at spyrja, men eg finni einki á netinum. Og taka tey tíni klæðir og geva tær onnur klæðir? Og kanska ein býttur spurningur, men betri at eg spyrja býttar spurningar enn at eg drepa meg sjálvan so.. hvussu er maturin har?😅 eg leggi ikki í hvussu hann er, men sum eg segði eg vil vita alt. Og hvussu er rutinan har? Nær vaknar mann? Hvat skal og kann mann gera um dagin?? Og umskylda um eg spyrji nøkur ting 2 ferðir, ella meir… Og nú eri eg so 15 so eg hevði fari til barnadeildina um eg fór har ha? Og eisini eg hoyrdi at kanska ferð mann ikki engong á psykiatriska deildina, men kanska bara heim, við at tín familja hyggur at tær 24/7, altso tað er ikki ræguligt, men eg hevði heldur vilja ikki havt tað, men tað er ikki tað, mín familja er fitt, men eg hevði faktiskt heldur vilja fara til psykiatriska deildina, men jaja. Men passar tað? Og um eg ikki vil tað hevði eg kunna fingið mín vilja? Og góði ikki lúgva til mín eg hevði fegin ikki vilja fingið NØKUR suprises tá eg so gerði hetta… Og hvat um skúla? Hvussu hevði tað rigga við øllum tí? Og um mann hevur lov at hava telefonina hevur mann loyvi at hava social media? Eg hoyrdi at tey tjekka telefonina hvønn dag. Men eg veit ikki um tað passar, eg kann eisini gott minnast skeivt. Og kostar tað? Eg veit tad nokk ikki gerð men eg vil bara vita. Og um mann sleppur at hava síni egnu klæðir skal mann hava tey tá mann fer har (um mann ferð beint aftaná mann hevur ringt og ikki nakrir dagar seinni) ella kemur sín familja vid klæðum??????? Eg veit bara slett ikki hvat hendur og eg vil bara vita alt sum hendur og heila processina bara ALT!!!! Og um eina sjúkrabilur kemur verður mann so bundin fastur??????? Og er tað ein kjansur at bara einki hendur tí mann segði at mann fór at gera tað næsta dagin? Eg havði hoyrt mann bara fer í psykiatriska deildina um mann ætlar at gera tað akkurát tann dagin passar tað veruliga? Og um mann ikki ætlar at gera tað skal sín familja ansa eftir sær???? Passar taððð???? Pls bara sig mær alt eg eri nokkso nervøs um tit ikki sóu tað frá øllum hesum.

Góða genta.

Takk fyri, at tú skrivar so opið um, hvussu tú hevur tað, og fyri allar tínar spurningar. Eg skilji væl, at tað kann følast ótrygt at ringja eftir hjálp, tá tú ikki veitst, hvat fer at henda.

Tá tú ringir 112, fara tey vanliga at spyrja teg, hvar tú ert, hvussu tú hevur tað, og um tú ert í vanda beint nú. Hetta gera tey fyri at finna út av, hvussu tey best fáa hjálpt tær. Tað kann merkja, at tú verður flutt á sjúkrahús og skalt tosa við ein lækna og/ella sjúkrarøktarfrøðingi. Tað eru ikki øll við sjálvmorðstankum, sum verða innløgd; tað verður avgjørt út frá støðuni og tørvinum hjá tí einstaka.

Um tú verður innløgd, fara starvsfólkini at greiða tær frá, hvat skal henda, og royna at gera støðuna so góða og trygga sum gjørligt. Reglur um telefon, klæðir, skúla, vitjanir og annað kunnu vera ymiskar eftir deild og støðu. Men tú hevur altíð loyvi at spyrja, hví okkurt verður gjørt, og hvat fer at henda næst.

Tað týdningarmesta júst nú haldi eg ikki er at fáa svar upp á allar detaljurnar fyrst. Tað týdningarmesta er, at tú ikki situr einsamøll við hesum tonkunum. Tað, tú skrivar, er álvarsligt, og tí haldi eg, at tú skalt siga tað við ein vaksnan, tú hevur álit á – t.d. tíni foreldur ella tínum sálarfrøðingi. Tú kanst vísa teimum tað, tú hevur skrivað, um tú heldur tað vera ringt at siga hart.

tú kanst eisini ringja til telefonráðgevingina á 116 111, ið svarar hvørt kvøld frá kl. 20-24, um tú vilt tosa um hesi tingini. Um tú heldur, at tú fert at gera skaða á teg sjálva, ring so 112.

Alt tað besta og ansa eftir tær.