Medisin misbrúk

Spurningur: Hey. Eg fekk medisin útskriva sum skuldi haldast í 50 dagar. Men tað hava bara gingist 10 dagar, og so er alt vekk. Tí beiggi mín hevur misbrúkt alla dósina. Góðu hjálpi mær, eg veit ikki hvat er skal gera😭

Hey tú og takk fyri brævið.

Eg haldi, at tú skalt siga tað vit tíni foreldur, at beiggi tín hevur brúkt av tínum medisini. Nú skrivar tú ikki, hvat slag av medisini tað er, men tað kann vera vandamikið fyri tykkum báðar, at hann tekur av tínum medisini.

Um tú ynskir eitt prát um støðuna, kanst tú eisini (dulnevnt) ringja til ein av ráðgevunum á tlf. 116 111. Telefonin svarar hvørt kvøld frá kl. 20-24.

Alt tað besta.