Keðiligir tankar.

Spurningur: Hey. Eg føli meg nokkso einsamallan, og drekki meg fullan tá eg fái kjansin. Eg havi vinnmenn og vinnkonir, men eingin av okkum høvdu somu frammtíð. Eg fór einsamallur víðari. Eg havi veri einsamallur leingi at eg havi hug at taka lívið av onkrum, men vil ikki! —- Eg mótti nýggjum fólkið har eg fór víðari til, men eg føli sum um at øll hata meg, og sjálvandi hati eg aftur, sjálvt eg ikki burdi. Vissi eg nú endiliga tosið við tey, blívur tað nokkso akward. Tí eg eri slettis ikki vænur við at práta við tey. Summi svara meg ljótt aftur, og tað gerð meg til at vilja gera okkurt við tey. Eg vil bara so gjarna hava onkran at práta við, men eingin vil. Eg havi ADHD, sum er eina sjúka sum ikki sæst, og tí kann tað vera trupult hjá mær at hava stabilar tankar. Eg eri bangin fyri at eg faktist drepi onkran. Eg veit ikki hvar eg kann skaffa hjálp árðenn eg finni uppá okkurt sum oyðleggur mítt lív! Please censorera mín aldur og frá strikina av!

Hey og takk fyri, at tú skrivar til okkara.

Tað ljóðar, sum tú stríðist við nakrar tungar tankar, m.a. um einsemi og at vera bangin fyri, at tú tekur lívið av onkrum. Hetta eru álvarsamir tankar, sum hevði verið gott hjá tær at fingið skil á. Og eg skilji ordiliga væl, at tú vilt hava onkran at práta við – tað kann vera sera trupult at føla seg einsamallan.

Eg haldi, at eg vil ráða tær at seta teg í samband við kommunulæknan hjá tær, soleiðis at tú kanst byrja at tosa við onkran professionellan um tínar tankar. Kommunulæknin kann antin tosa sjálv/ur við teg, ella hann/hon kann vísa tær víðari til ein annan professionellan, sum kann tosa við teg um hesar tankarnar. Hetta hugsi eg mest av øllum, tí tað kann vera so tungt at ganga einsamallur við slíkum tankum.

Tú ert eisini vælkomin at ringja (anonymt) til ráðgevar á 116 111, um tú vilt tosa um tína støðu og tínar møguleikar fyri at fáa hjálp. Ráðgevar hjá Barnabata svara telefonini hvørt kvøld kl. 20-24.

Alt tað besta.