Her svara vit brævinum.
Hey, vit eru fýra næmingar úr Skúlanum á Argjahamri. Vit hava verkætlan um Tolsemi og hava valt at fordjúpa okkum í evninum ,,Happing á netinum”. Vit hugsaðu, at tit í Tú & eg rágevingini nokk hava nógvar royndir innan happing millum ung og møguliga eisini á netinum. Um tað hevði borið til, høvdu vit verið sera fegnar, um tit høvdu kunna svarað spurningunum niðanfyri 🙂
Hví happa fólk á netinum, í staðin fyri andlit til andlits?
Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til tað, men ein orsøk til at fólk happa á netinum er at fólk sum happa kunnu krógva seg aftanfyri ein skerm og vera anonym. Tá man situr aftanfyri ein skerm, so sær man ikki reaktiónirnar hjá teimum, sum man happar, og tí torir man kanska betri at siga/skriva ymiskt, sum man annars ikki hevði sagt andlit til andlits. Tað kann eisini ofta kennast sum, at happing á netinum ikki hevur somu avleiðingar fyri tann sum happar, tí har er kanska ikki nakar vaksin, sum stendur undir liðini á og sær, tá man skrivar okkurt á netinum.
Hvør verður typiskt happaður á netinum, og hvørjar avleiðingar hevur happing á netinum fyri tann happaða? Kunnu avleiðingarnar vera lívslangar?
Øll kunnu blíva happað, men tað eru ávís ting, sum kunnu gera at summi blíva happað oftari. T.d. so verða fólk sum eru øðrvísi enn hini, oftari happaði. Tað kann vera at tey hava eina øðrvísi útsjónd, húðarlit, áhugamál, meiningar, klædnastíl ella okkurt heilt annað.
Tað kann hava álvarsligar avleiðingar at vera happaður. Tey sum vera happað fáa ofta verri sjálvsálit og tey kunnu ofta uppliva nógvan ótta, einsemi, og skomm. Eisini kunnu tey hava ringt við at sova og at hugsavna seg. Happing á netinum kann fylgja teimum sum vera happað allastaðni, har tey eru, og kann hava sera nógvar luttakarar, av tí at tað er so lætt at deila viðmerkingar og myndir á netinum. Hetta kann vera sera intenst fyri tann happaða, og kann styrkja kensluna av skomm og einsemi.
Í summum førum kunnu avleiðingarnar vera lívlangar, av tí at tey sum verða happað kunnu fáa angist, tunglyndi og lágt sjálvsvirði. Hetta kann tann happaði fáa hjálp til at sleppa burturúr, men upplivingarnar kunnu allíkavæl seta síni spor og ávirka, hvussu tann happaði sær seg sjálvan og onnur restina av lívinum.
Er tað nakað serligt, sum fær fólk at vilja at happa onnur?
happing er eitt bólkafyribrigdi, sum snýr seg um at útihýsa onkran fyri at styrkja um samanhaldið í bólkinum. Happing byrjar ofta sum ein reaktión uppá sosialan ótta í einum bólki. Í nógvum felagsskapum býr ein ótti fyri at vera útihýstur, og fyri at sleppa undan at vera útihýstur, velja summi at taka lut í happing ella at tiga, tá hon fer fram. Tann, sum verður happaður, verður gjørdur til “tann skeiva”, soleiðis at hini kunnu kenna seg sum part av “teimum røttu”.
Er tað munur á, hvat kyn oftast verður happað, og er happing millum gentur øðrvísi enn happing millum dreingir?
Bæði gentur og dreingir kunnu vera happað, men onkur tøl geva ábendingar um, at gentur vera iett sindur oftari happaðar enn dreingir, og at dreingir happað oftari enn gentur. Tað tykist eisini at vera munur á hvussu gentur og dreingir happa. Dreingir happa ofta á ein fysiskiskan og beinleiðis hátt, t.d. við at sláa, hótta, ella at nýta eyknevni. Gentur haappa ofta á ein meira óbeinleiðis hátt, t.d. við at baktala ella at ignorera. Í trivnaðarkanning í fólkaskúlanum, sum Fróðskaparsetrið gjørdi í 2023, sær tað út sum at tað er munnur á hvussu kynini kenna seg happað á netinum. Svarini í kanningini geva ábendingar um, at gentur kenna seg oftari útihýstar á sosialum miðlum og dreingir kenna seg oftari útihýstar í online spølum.
Er nakað tiltak ella nøkur uppfinning, ið tit vita um, sum hevur hjálpt við happing á netinum?
Eg komi ikki í tankar um nakað átak, sum hevur hjálpt uppá happing á netinum, beint nú, men har eru sikkurt fleiri átøk í gongd. Kanska tit finna okkurt, sum hevur riggað 😊
Tað er eitt tætt samband ímillum happing í veruliga lívinum og happing á netinum. Tey, sum verða happað í veruleikanum, verða ofta eisini happað á netinum, og av teimum somu persónunum.
Tí kann man siga, at um happingin minkar í tí veruliga lívinum, so minkar hon vanliga eisini á netinum. Tó skal man hava í huga, at sosialir miðlar eisini hava sínar egnu felagsskapir, har fleiri fólk kunnu luttaka, uttan at kenna hvønn annan, og tað kann skapa nýggjar mátar at happa uppá.
Gera tit nakað fyri at minka um happing?
Vit í barnabata arbeiða nógv við Betri vinir, sum er fyribyrgjandi trivnaðarátak ímóti happing. Júst hetta vilja vit fegin bjóða tykkum inn til barnabata at tosa nærri um, um tit hava hug.
Tit kunnu lesa meira um betri vinir her: https://www.barnabati.fo/betri-vinir-um/
Vinaliga
Sára