Góða tú.
Takk fyri brævið. Tað ljóðar sum tað er hart at vera tú í løtuni. Tað er væl skilligt. Tað er eisini væl skilligt um tú kennir teg máttleysa og ert kedd, tá pápi tín ræður so nógv og tú ikki kennir teg hoyrda. Ongin eigur at hava tað soleiðis í sínum egna heimi.
Hóast tað kann kennast sum pápi tín hevur alla maktina, so hevur tú rættindi – eisini sjálvt um hann hevur foreldramynduleikan. Tú hevur rætt til at blíva hoyrd, bæði av mynduleikunum eitt nú Familjufyrisitingini og av vaksnum, sum gjarna vilja vita hvussu tú hevur tað. So tað kann hava stóran týdning at tú kanst fortelja onkrum um hvussu tú hevur tað. Tað kundi verið vaksin tú hevur álit á td. í familjuni, í skúlanum ella onkur heilt annar. Tú kanst eisini sjálv kontakta Familjufyrisitingina og greiða frá tínari støðu. Tey hava tagnarskyldu og har kanst tú eisini fáa ráðgeving. Tú kanst leita tey upp á famf.fo
Tú skal t vita, at tú ert ikki einsamøll í hesari støðuni. Tað eru vaksin, sum gjarna vilja tosa við teg og hjálpa tær í hesari støðuni.
Tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl 18 til 22.