Spurningur: Hey, eg skrivaði eitt bræv til tykkum sum 15 ára gomul. Tað bleiv heilt gloymt vekk aftur. Í dag eri eg 20 ár, eg fór á eftirskúla og bleiv liðug á miðnám í summar. Eisini eri eg blivin mamma❤️ Eg havi nýstani nú lisið brævið sum tit skrivaðu aftur til mín, og vil bara siga túsind takk. Eg havi fingið góða sálarliga hjálp, og havi tað gott í dag. Eg veit ikki um tit lesa hettar nú tá eg eri yvur 18, men um tit gera, so vil eg bara siga takk❤️
Hetta er brævið eg skrivaði:
“NOYÐIST EG AT VERA HER?
Spurningur: Eg veit ikki ordiliga hvussu eg skal byrja.. eg veit heldur ikki hvat er galið, men í skúlanum renni eg runt, flenni og fáði øll onnur at flenna, síðani komi eg heim, og eg bresti út úr at gráta. tað gerid eg inntil mamma mín kemur heim, tá smílist eg aftur og spæli at alt er í ordan. so tá eg fari í song, liggi eg aftur og gráti, og hugsi um fleiri mátar eg kann takað mítt egna lív. eg byrjaði at skera meg sjálva fyri hálvum áðri síðani, og klári ikki at steðga. eisini tá ið eg flenni og havi tað skeg í skúlanum, er alla tí ein tanki í høvdinum ið sigur at eg skal drepa meg sjálva. Eg havi eina bestuvinkonu ið veit um allir mínir trupuleikar, og tað hjálpir mær nógv. men hon er eisini tann einaðsta ið veit hvussu eg havi tað. eg havi havt aðrar vinkonur fyrr, men havi aldrin kunna sakt nakað við tær, tí tær hava bara sakt “omg ja eg veit akkuråt hvussu tú hevur tað…” and so on.. men tað er veruliga eingin ið orduligani skilur meg..? Orsaka fyri langa brævið.”