Góða tú,
Takk fyri, at tú valdi at skriva. Tað krevur nógv mót at fortelja um nakað, sum mann hevur so ilt av, og eisini serliga tá tú kennir teg einsamalla og hevur roynt at klára alt sjálv.
Tað, tú lýsir, gevur góða meining. Tá mann missir onkran, sum mann elskar, kann sorgin koma aftur, sjálvt um tað eru fleiri ár síðani. Til tíðir hugsar man kanska ikki so nógv um tað, men so hendir okkurt, sum ger, at minnir og kenslur koma fram aftur. Tað er heilt vanligt, at tað gerst tungt, og at mann fer at gráta. Eisini sjálvt um mann ikki heilt veit hví.
Tú sigur eisini, at tú verður happað og kennir teg einsamalla í skúlanum. Hetta er alt ov nógv at bera uppá einsamøll. Tað eigur ongin. Eg skilji væl, at tú bæði ert móð og kedd, og at alt kennist svárt.
Tað hevði verið gott, um tú tosaði við onkran, sum tú kennir teg trygga við. Eitt nú ein lærara, heilsufrøðingin í skúlanum, sálarfrøðing ella onkran annan vaksnan, tú ert trygg við. Eisini kanst tú ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111, gerandisdagar kl. 18-22. Tað er ikki neyðugt at duga at seta orð á alt. Tú kanst bara siga, at tú hevur tað ringt og hevur brúk fyri at tosa við onkran. Tað er ofta tað fyrsta og týdningarmesta stigið.
Tú skalt vita, at tað finnast fólk, sum vilja og kunnu hjálpa tær. Tú ert ikki einsamøll, hóast tað kennist soleiðis beint nú. Tað, tú upplivir, sigur nakað um, at tú hevur nógv innan í tær. Bæði sorg, men eisini styrki, tí tú vilt hava tað betri og vilt tosa við onkran. Tað er eitt ordiliga gott tekin!
Royn og minst til: tú ert verd at hava tað gott, og tú hevur rætt til at fáa hjálp.
Alt tað besta,
Herborg