Góða tú.
Takk fyri brævið. Tað ljóðar sum tú hevur tað trupult í løtuni og tað er væl skilligt, tá tú ert kedd og ikki skilir hví tú ert kedd. Tá tú skrivar til okkum, vísir tað, at tað er ein partur av tær, sum gjarna vil fáa tað betri, hóast tú enn ikki helt veist hvussu.
Tað ljóðar sum tú berir uppá nógvar tungar kenslur einsamøll og at tú gert nógv fyri, at foreldur tíni og vinir ikki skulu finna útav tí. Tað má vera hart og einsamt at skula bera alt sjálv. Tá kann tað vera hjálpsamt at finna sær løtur at gráta og á tann hátt lova kenslunum út.
Tú skrivar, at tú ikki veit hví tú ert so kedd. Tað eru tað faktisk nógv sum uppliva. Tað kann vera forvirrandi, men tað merkir ikki, at tað er nakað galið við tær. Tað kann vera tekin uppá, at tú hevur brúk fyri uppmerksemi og umsorgan. Onkutíð kann man ganga leingi og hava tað tungt og man varnast tað ikki fyrr enn tað er vorðið sera tungt.
Tù skrivar, at tú gjarna vilt til terapi, men at tú ikki veit hvussu tú skalt spyrja tíni foreldur. Tað er væl skilligt, at tú vilt tosa við onkran um hvussu tú hevur tað – og eisini, at tað er trupult at siga tínum foreldrum um tað. Tað krevur dirvi. Kanska kundi tú hugsað um at taka samrøðuna eitt lítið fet í senn. Tú kundi byrja við at siga, at tú hevur havt tað trupult í seinastuni. Síðani kundi tú sagt, at tú ynskir at tosa við ein professionellan. Tú behøvist ikki at forklára alt í senn. Nógv foreldur blíva lættaði, tá børnini siga, at tey ynskja hjálp, tá tey stríðast – eisini sjálvt um tað kann vera trupult hjá teimum at hoyra, at tú hevur tað soleiðis. Tù kanst eisini umhugsa at tosa við onkran annan vaksnan í tínum lívi, sum tú hevur álit á.
Tù hevur longu tikið fyrsta stigið við at skriva her. Tað vísir, at tú ikki hevur givið upp, hóast tað kann kennast tungt. Hjálpin er har. Og har eru vaksin, sum gjarna vil hoyra hvat tú hevur uppá hjarta og hjálpa tær.
Og tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl 18 til 22.