Eg eri sligin upp við mín dámu av 9 mánar og eg havi tað ikki got longur

Spurningur: Hey, eg eri ein drongur, sum hevur verið saman við eina gentu sum eg havi haft gott eyga á í nakað tíð arðen vit blívu til eitt par. Tá vit so vóru eit par, var lívið hjá mær perfekt, eg hevði altíð onkran at tosa við, og eg kundi vísa míni følilsir. Men so fyri ikki so langt síðani bleiv hon “distant” og tosaði ikki so nógv við meg longur, so spurdi eg hvat varð galið og hon segði at hon hevði tíverri mist følilsir… tað hevur brotið mítt hjarta, og eg haldi ikki at tosa við vinum er nokk longur. Eg má fáa hjálp, og tíbetur havi eg fingið at vita at hesin heimasíðan er perfekt til mín beint nú. Eg vil gerna hava hjálp um hvussu eg kann koma av við tankan at vit vóru eit so got par. Nú “judge” eg bara meg sjálva. Eg gevi meg sjálvan skyldina í øllum. Góða/góði onkur hjálp mær, eg føli meg sum einki beint nú
Góði tú
Takk fyri brævið.
Tað kann vera ótrúliga hart at enda eitt parlag – serliga tá man ikki vil tað sjálvur. Og tað kann taka tíð at koma heilt yvir tað. So eg skilji væl, at tað er hart beint nú, og at tú “judge’ar” teg sjálvan. Tað er eisini ein nokkso vanlig kensla, at man følir seg hava skyldina – sjálvt um man altíð eru 2 fólk í einum parlagi.
Fyri summi kann tað vera hjálpsamt at tosa við onkran vaksnan um, hvussu man hevur tað. So um tú hevur onkran vaksnan, t.d. foreldur ella aðra familju, lærara, ítróttavenjara ella onkran heilt annan, ið tú stólar uppá, hevði tað verið eitt gott at byrja við.
Tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116 111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl. 18 til 22.