Góða tú
Takk fyri brævið.
Tað ljóðar, sum tú hevur nógvar stúranir um framtíðina, og tað er væl skilligt – serliga um tú eisini hevur self harm at stríðast við.
Viðvíkjandi útbúgvingini til sálarfrøðing, so kann man sleppa inn á útbúgvingina uppá fleiri mátar, so tú ikki behøvist at hava so høgar karakterir. So um tú enn vilt lesa til sálarfrøðing eftir tína miðnámsskúlaútbúgving, so eru mátar at loysa tað tá. Tí hevði eg ikki verið so bekymrað um tað.
Tað, sum tú nokk heldur skalt fokusera uppá, er at fáa hjálp til tín self harm og tína skúlagongd. Sum oftast er tað soleiðis, at tey bæði tingini ávirka hvørt annað – also um man ikki hevur tað gott, so klárar man seg minni væl í skúlanum. Tí haldi eg, at tú skalt spyrja mammu tína umaftur um hon hevur sett seg í samand við nakran psykolog, so tú kanst fáa hjálp til tað. Tínar tankar um skúlan haldi eg, at tú skalt øva teg uppá at útseta, soleiðis at hvørja ferð tú verður bekymrað um, hvørjar karakterir tú fært í 9. flokki, so kanst tú hugsa: “hatta fái eg ikki gjørt nakað við beint nú”. Tú hevur eitt heilt ár, inntil tú fært endaligu karakterirnar, og nógv kann broytast til tá – serliga um tú sleppur at tosa við ein psykolog.
Tú ert vælkomin at skriva aftur, um tú fært brúk fyri tí.
Alt tað besta.