Frítíð og órættvísi

Spurningur: Eg føli tað sum eg geri so nógv fyri míni foreldur, sum til dømis eg eri barnagenta, ruddi, arbeiði við teimum, og annað. Tað hevur altíd verid soleis og eg helt at øll børn høvdu tad líka sum eg, men tá eg havi sagt tað við mínar vinkonur so hava tær allar sagt at eg eri altíð upptikin buð at gera ting fyri míni foreldur og at tær høvdu aldrin kunna liva soleis. Ein segid at hon hevði dripið seg sjálva um hennara forldur bóðu hana gera líka nógv fyri tey. Ikki tað, eg eri gód vid tey, men tad er mega strævi at vita at onnur børn hava frítíd ímedan eg eri altíd í skúla ella geri eg okkurt fyri tey. Tey hava fleiri børn og eg føli ofta at tað er órættvíst ímillum okkum øll. Eg havi roynt at sagt alt hetta við tey, men so blíva tey bara kedd og so gongur tad betur í nakrir dagar intil tad byrjar aftur. Er eg bara sjálvglað ella er hetta óvanligt?

Góða tú.

Takk fyri brævið. Og takk fyri, at tú deilir tína støðu.

 

Tað ljóðar sum tú stendur við nógvum tonkum um tína ábyrgd heima hjá tykkum. Tað er væl skiljandi, at tað fyllir nógv, serliga tá tú tosar við vinkonur tínar, sum ikki uppliva tað sama. Tað er púra vanligt hjá børnum og ungum at hjálpa til heima og tað kann vera týdningarmikil lærdómur at taka við sær víðari í lívið, tá ein verður vaksin. Men børn og ung hava eisini tørv á frítíð, hvíld, vinum og møguleikanum fyri at vera ung. Tá tú kennir teg altíð upptikna við at hjálpa foreldrum og samstundis kennir órættvísi í mun til systkin ella onnur ung, so gevur tað góða meining, at tú verður troytt og frustrerað.

Tað er týdningarmikið, at tú longu hevur roynt at tosa við foreldur tíni um hetta. Tað vísir, at tú roynir at finna eina loysn, ikki bara at klaga. Men tað kann vera trupult hjá foreldrum at hoyra, tí tey kanska gerast kedd ella kenna seg rakt. Tað merkir tó ikki, at tínar kenslur eru skeivar ella at tú skalt lata vera við at siga frá. Eg hoyri eisini, at tú ert góð við tíni foreldur og ynskir teimum alt væl. Tað ger ofta støðuna meira fløkta, tí tú bæði elskar tey og samstundis kennir teg ov nógv bundna av ábyrgd.

Kanska hevði tað hjálpt at tosa við ein vaksnan uttanfyri familjuna eisini – eitt nú onkran annan í familjuni, ein lærara ella annan persón, sum tú hevur álit á. Tað kann vera gott at fáa hjálp til at seta mørk og finna eina javnvág, so tú eisini fært tíð til teg sjálva.

Tú spyrt um tú ert sjálvglað og mítt svar er, at tað ert tú ikki. Tú setur orð á tínar tankar um ábyrgd og órættvísi og tað eiga øll at hava pláss til. Tú hevur loyvi at ynskja meira frítíð og minni ábyrgd. Tað ger teg ikki til eitt verri menniskja, men til eina unga kvinnu sum setur orð á hvussu hon hevur tað.

 

Tú ert altíð vælkomin at ringja ella skriva aftur til Tù og Eg Ráðevingina hjá Barnabata á 116 111.