Spurningur um at stegga happing

Spurningur: Hey. Eg spyrji bara, tí, eg fái ilt við at síggja happing, og gangi barasta inn fyri happing. (ikki eg sum blívi happaður) Eg stilli nakar spurningar, og svara bara uppá hvørt punkt. 1. Kann mann stegga/minka happing, um tað var ein lóg, at børn undir 18 ikki høvdu sosialir miðlar? Sum oftast blíva ung happa á netinum, og tað ed ikki eitt gott ting, tað sum ferð út á netið verður heilt sikkurt aldrin fjerna av netinum. 2. Hevði happingin veri stegga/minka í skúlum, um har vóru klædnareglar, (Skúla búnar). Tí, sum oftast er tað altíð ein, sum blívur happaður, tí at hann/hon ikki hevur líka stíl sum hini, ella onkur annar ikki sær líka fancy út sum hini. Tí, sum oftast hava foreldur ikki ráð at keypa tey fína klæðini sum øll hini ganga í. (Vissi hendan reglin hevði kunna veri frá 0. Flokk til miðnáms, og kommunirnar betalað fyri búnum) 3. Hevði happingin kanska stegga/minka, CCTV vóru allastaðnis í skúlunum, so vissi lærarnir skulu hava prógv, at har hevur veri klandur, so kunnu teir hyggja gjøgnum vagt tóls video bondini. 4. Hevði happingin kanska stegga/minka, um allar fartelefonir hjá børn undir 18 blivu kannaðar ígjøgnum 1. Ferð um vikuna? Ella at børn undir 18 bara høvdu lov til knappa telefonir. ___________________________________________ (Erligt at siga, so haldi spurningur 1. Og 2. Eru tað, sum skúlastýri/løgtingið burdu smíða ein lóg uppá, tað hevði hjálpt samfelagnum væl, tí, eg orki ikki at síggja tey allar fittastu fólkini blíva behandlaði sum ólukkudýr, frá tey hava gingi frá barnaskúlanum av, til tey eru blivin til ólukkudýr.) ___________________________________________ Eg hevði veri ordiliga takksamur um tit kundu svara uppá hasi 4. Spurningarnir, step-by-step, tí, hatta er hvat fólkaskúlar og miðnám skúlar frá tørv á. Møguliga eisini tekniskir skúlar. Tí, eg havi sjálvur veri happaður fyrr. V.h. Óðkendur næmingur
“Góði ókendi næmingur.”
Takk fyri brævið og fyri at seta orð á og vilja vera við til at steðga happing. Vónandi brúkar tú eisini tína rødd og tína vitan aðrastaðni, tí eg rokni við, at tað ger mun, tá tað kemur frá børnum og ungum sjálvum.

Hey. Eg spyrji bara, tí, eg fái ilt við at síggja happing, og gangi barasta inn fyri happing.

(ikki eg sum blívi happaður)

Eg stilli nakar spurningar, og svara bara uppá hvørt punkt.

1. Kann mann stegga/minka happing, um tað var ein lóg, at børn undir 18 ikki høvdu sosialir miðlar? Sum oftast blíva ung happa á netinum, og tað ed ikki eitt gott ting, tað sum ferð út á netið verður heilt sikkurt aldrin fjerna av netinum.

  • Ein partur av happing gongur fyri seg á sosialum miðlum, og tí hevði tað helst hjálpt at avmarka atgongdina hjá børnum og ungum til sosialar miðlar. Eg ivist í, um ein lóg hevði kunnað steðgað happing, tí happing gongur eisini nógv fyri seg uttan fyri sosialar miðlar og netið. Men eg haldi, at hetta er eitt umráðandi evni at diskutera.
2. Hevði happingin veri stegga/minka í skúlum, um har vóru klædnareglar, (Skúla búnar). Tí, sum oftast er tað altíð ein, sum blívur happaður, tí at hann/hon ikki hevur líka stíl sum hini, ella onkur annar ikki sær líka fancy út sum hini. Tí, sum oftast hava foreldur ikki ráð at keypa tey fína klæðini sum øll hini ganga í. (Vissi hendan reglin hevði kunna veri frá 0. Flokk til miðnáms, og kommunirnar betalað fyri búnum)
  • At hava skúlabúnar er viðvirkandi til at minka um sjónliga munin millum næmingar, og kann harvið vera við til at minka um ta happing, sum snýr seg um tann partin. Eg veit ikki, hvussu slíkir klædnareglur høvdu verið móttiknar í Føroyum, tí okkara mentan er øðrvísi enn tann í m.a. Onglandi og USA, har skúlabúnar eru vanligir.
3. Hevði happingin kanska stegga/minka, CCTV vóru allastaðnis í skúlunum, so vissi lærarnir skulu hava prógv, at har hevur veri klandur, so kunnu teir hyggja gjøgnum vagt tóls video bondini.
  • Videoeftirlit í almenna rúminum hevur fleiri ferðir verið uppi at vent, t.d. í náttarlívinum, men tað tykist vera blandað, hvat fólk halda, og hvørja heimild myndugleikar hava til hetta. Men kanska hevði tað verið við til minkað um happing. Tó kann ein vandi vera, at lærarar høvdu brúkt tíðina hjá sær upp á video heldur enn at vera saman við børnunum. Tí happing byrjar sum oftast í felagsskapunum millum børn og ung, og har kunnu lærarar og onnur vaksin hava ein umráðandi leiklut.
4. Hevði happingin kanska stegga/minka, um allar fartelefonir hjá børn undir 18 blivu kannaðar ígjøgnum 1. Ferð um vikuna? Ella at børn undir 18 bara høvdu lov til knappa telefonir.
  • Hetta hevði møguliga verið ein hjálp. Tað er eisini vigtigt at hyggja nærri at, hví og hvussu happingin gongur fyri seg, tí eg rokni ikki við, at fartelefonirnar bara eru atvoldin til happing.

___________________________________________

(Erligt at siga, so haldi spurningur 1. Og 2. Eru tað, sum skúlastýri/løgtingið burdu smíða ein lóg uppá, tað hevði hjálpt samfelagnum væl, tí, eg orki ikki at síggja tey allar fittastu fólkini blíva behandlaði sum ólukkudýr, frá tey hava gingi frá barnaskúlanum av, til tey eru blivin til ólukkudýr.)

___________________________________________

Eg hevði veri ordiliga takksamur um tit kundu svara uppá hasi 4. Spurningarnir, step-by-step, tí, hatta er hvat fólkaskúlar og miðnám skúlar frá tørv á. Møguliga eisini tekniskir skúlar. Tí, eg havi sjálvur veri happaður fyrr.

Blíðar heilsur
Annika