Skal eg fara til therapy?

Spurningur: Dagur 1 Eg føli meg illi hví? Idk eg havi tað ikki gott alt er grátt eg eri óður allatíð tqðer ikki stuttligt at vera úti tað einasta góða við mínum degi er at venja ella vera sjálvur einki gevur meining fyri mær og altdettur spakuligani sundur eg føli meg sjálvan eg kann ikki tosa við nakran alt er blivi 100x verri enn tað nakrantíð hevur veri eg legji ikki í NAKRAN eg tosi ikki gott við meg sjálvan alt sum eg føli er óð/ónt eg hugsi um at drepa eis vinnmenn og fólk sum eg tími ella tímdi eg tími og orki einki og ongan meir tað følist sum um at eg hyghji eftur onkrum ørum liva mítt lív eg hati meg sjálvan men haldi státtvekk at eg eri betri enn øll eg vil allatíð forbetrast vera sunnur intresantur kenna fólk vita nógv men einki gevur meining og eg eri byrjagur at tosa við meg sjálvan sum oftast tá onkur sigur okkurt býtt so argi eg tey innantanna eg sigi tað onkuntíð hart ALT eg føli er-vraði-skitnan-skeivan-uttanfyri- og ikki nóð góðan. Alt er grátt og keðiligt síggjast ímorgin Dagur 2 Einki spennandi ella nýtt í dag men eg bleiv lættari óður inná fólk sum eg tími enn tey eg ikki geri annars akkurat líka sum dagur eitt men sindur betri síggjast í morgin Dagur 3 Einki er gott eg havi tað aldrin gott eg vil bara einki og ongan eg føli meg einsamallan allatíð sjálvt um fólk eru har øll hata meg eg overthinki nógv for nógv og eg haldj at hon fer at gera tað ligut eg hati meg sjálvan og eg eri “insecure” um ALT einki spennandi hendur og eg føli meg sum um eg veri brúktur og at eingin tímur meg alt er grátt svart og keðiligt tað følist ikki sum um eg eri livandi bara sum um at eg hyggji langt vekk frá eg eri óður anxious og keddur ALLATÍÐ og í senn eg føli ongan tydning við ella fyri nakað og eg HOPI at onkur leggur merki til tað og far meg at tosa eg hopi at ONKUR sær hettar eg havi brúk fyri hjálp men eg tími ikki at spyrja um hana annars fái skeld frá fireldrum fyri at vera for ljótur geri aldrin nakað rætt altíð okkurt skeift við mær tað sum wg eti eg venji for nógv venji for lítinlurti ikki eftur, for nógv heima og aldrin heima eg føli meg ikki verdan uppá nakran sum helst máta og dáman kallar meg ikki eingong penan tá eg sigi tað við hana annars ein shit dagur sum altíð og gráður síggjast í morgin Dagur 4 Dagur 5 Einki er gott eg havi tað aldrin gott eg vil bara einki og ongan eg føli meg einsamallan allatíð sjálvt um fólk eru har øll hata meg eg overthinki nógv for nógv og eg haldj at hon fer at gera tað ligut eg hati meg sjálvan og eg eri “insecure” um ALT einki spennandi hendur og eg føli meg sum um eg veri brúktur og at eingin tímur meg alt er grátt svart og keðiligt tað følist ikki sum um eg eri livandi bara sum um at eg hyggji langt vekk frá eg eri óður anxious og keddur ALLATÍÐ og í senn eg føli ongan tydning við ella fyri nakað og eg HOPI at onkur leggur merki til tað og far meg at tosa eg hopi at ONKUR sær hettar eg havi brúk fyri hjálp men eg tími ikki at spyrja um hana annars fái skeld frá fireldrum fyri at vera for ljótur geri aldrin nakað rætt altíð okkurt skeift við mær tað sum wg eti eg venji for nógv venji for lítinlurti ikki eftur for nógv heima og aldrin heima eg føli meg ikki verdan uppá nakran sum helst máta og dáman kallar meg ikki eingong penan tá eg sigi tað við hana annars ein shit dagur sum altíð og gráður síggjast í morgin Dagur 6 Einki alt er keðiligt vánaligt grátt eg trúgvi ikki uppá nakran eg overthinki eg eri bangin ALLATÍÐ veit ikki hví følist sum alt er mín skyld sigi allatíð umskylda einki er gott alt er grátt og eg eri sjálvur sjálvt um fólk eru har eg tími ikki vera sjálvur eg vil hava hjálp men tori ikki at spyrja um hanahvi?… tí eg eri eitt fuckupp eg yvurreageri eri drámatiskur og hvønn skal eg spyrja? Eg kann ikki spyrja mammu ella babba tey siga bara nei og at eg skal tosa við tey men nei eg vil og skal tosa við onkran sum eg IKKI kenni hví idk? eg hopibONKUR sær hetta pls hjálp mær bei Dagur 8 Havi ikki skriva í nakrar dagar tí tað hevur veri fínt men í dag alt følist tungt eg havi haft angst attack hinir dagarnir men ikki orka at skriva um tað annars shit dagur í dag alt er tungt grátt stravið keðiligt eg føli meg einsamallan allatíð sjálvt um onkur er har og tað følist ikki sum eg havi fortjent NAKAÐ eg geri aldrin nakað rætt og alsrin nokk fái eg at vita allan dagin langan eg eri eis for ljótur siga tey for nógvar pirrur for bleikur for óðsunnur einki við mær er rætt fái eg alla tíð at vita enntá frá foreldrunum Dagur 10 Shit dagur havi ikki skriva í nakrar dagar tí eg simpulten ikki magti teir sísti dagarnir hava veri SHIT alt er keðiligt eg eri ikki keddur men óður eg føli meg brúktan sum ein trygging eingin fax tímur meg eg eei har bara eg havi tað ikki gott alt er vánaligt og eg hati meg sjálvan mínir armar bringu tjúkkar rygg lats alt húð fckn alt við mær er ljót eingin tímur meg ikki eingongd eg… eg eri “sloppy seconds” ein shit beiggji sheikur næmingur rógvari sonur ommu og abba sonur einki við mær er fckn gott eg dieti men einki hendur mín húð er ljót mítt hár ljótt mínir armar fckn minka eg tapi meg eg eri ógvusliga undir vegt bara einki EINKI er gott við mær ella mínum lívi eg veri brúktur sum ein boksi púta eg føli meg ikki dámdan elskaðan ella eingongd viraðan av NØKRUM ikki eingongd lærarum eg føli meg einsamallan sjálvt um ørum fólk eru har eg havi havt angsta attack umaftur hesu fer tá eg var úti við mariu hon skuldi ikki sæð meg soleiðis eingin skal heldur ikki hoyra meg soleiðis eg vil og havi brúk fyri terapy men eg tori fæn ikki spyrja vissi mamma sigur nei aftur hugsa tær hvs skuffa babba verur asso ja eg klári ikki forklara tað men eg havi ALDRIN havt tað so vánaligt í lívinum alt sum eg nemi við brotnar neglurnar hjá mariu hennara sandwich og fckn perfuman alt er mín skyld og eg FCKN hati tað okkurt er galið við mær ella okkurt ja eg veit ikki jú eg veit forbannað væl alt er galið við mær EINKI og eg meini EINKI við mær er gott fck meg fck mítt lív Og eg lygvi allatíð um at vera “okey” eg eribfæn ikki okey eg veit ikki hví eg sigi eg eri jú eg veit tí EINGIN leggur í álikavæl eg kann sikkurt drepa meg sjálvan og øll hava gloymt um meg um 1 viku sikkurt minni so hví ikki gera tað fck alt Bye Mánadagur 13 apríl Shit dagur eg hati megsjálvan og øll gera eg fái ikki gjørt nakað gott fyri nækran anman eg royni og royni og royni men hvønn dag veri eg til eitt skuffilse og eg veri spqkuliga svakur mær dámar einki fólk tí tann einasti munurin er at eg veri forstíraður tá eg eri einsamallur og eg føli meg allatíð einsamallan eg haldi ikki fólk skilja hvussu tað er at vera eg tí tey høvdu lqngtsíðani drypi seg sjálvan og fyri at ikki lýgva so eri eg soooo heilt forbannað tætt við at gera tað eg vil bara tosa við onkran sum ikki “judge’ar” og sum eg ikki kenni men eg tori ikki at spyrja um ein therapist tí asso hvussu stór “FUCKUPP” veri eg so ha? Asso hvat fyri nækran mun ger tað tað vil eg síggja tí aftana eina viku í mesta lagi so er alt vanligt aftur arbeiðis skúli barnagarð alt og tann einasti sum minnist til mín verur ein FCKN politi skipan tí hvat havi eg spilt mítt lív uppá eg havi ongan einki nul nada ongar ordiligqr vinir einki nakað og faktist so føli eg meg sum jesus og ja hví geri eg tað jú eg fyrigevi altíð og eg føli sum øll sum hava arga meg eri fyrigivin tey hava gloymt um tað men eg havi pínu og lorta minnur HVØNN TANN EINASTA FCKN DAG og tey ja tey skíta á tað tey hava gloymt alt um meg eg eri einki meir enn ein boksi púta sum eisini fyrigevur tær asso ja so geri eg sjálvmorð sum jesus bleiv krossfestur og eg taki øll minnini og alt tað ringa við mær tí eg føli meg sum eitt eingangs fólk veri brúktur drepi meg sjálvan tey tosa um tað í nækrir dagar og so er alt normalt aftur og sikkurt betri uttan meg. Leygardagur 17 apríl Shit dagur eg føli meg ikki verdan nakað føli meg heldur gloymdan havi ikki skriva í nækrir dagar tí teir hava veri soo fxkn vánaligur eg dugi ikki seta orð á tað men eg havi tað soo forbannað langt frá gott ella eingongd vánligt so ja eingin svarar ordl og eg fái allatíð skyldina fyri alt eg føli meg ákardan ALLATÍÐ asSso fuck eg eri soooo fckn tætt við at enda tað og eingin fckn eingin leggur merki til tað vísur nokkso nógv um fólki sum eg eri úti við eg vil í kríggj fyri at doyggja við kanska bara kanska eitt líti sindur av viring fyri í hvussu so er fckn okkurt hevur tú sæð donnie darko tí eg føli meg sum hann allatíð “lonely” og ja idk klári ikki seta orð á tað men eg vil vekk ja eg veit ikki men tað er altíð eg sum geri meir ella mest fyri at fara út og sorrit og tað er nokkso fckn iriterandi tí svarið sum eg fái er “idk” ikki eg skal spyrja ella nakað sorrit men heldur bara “idk” asso fuck off vissi eg ikki fái ordl svar so tími eg fæn ikki tvatlast við at fara út og so vera tey óð tí eg opinbart “einki” geri fyri at fara út men ordl so eri eg tann “EINASTI” sum ger nakað so tað er tað eg vil eis til therapy men eg tori ikki spyrja um tað og eg vil ikki tosa við onkran sum eg kenni so ja tað verur ikki til nakað soo ja 19 apríl sunnudagur Eg havi tað ikki gott eg føli meg illa einsamallan óðan keddan skyldigan alt í fckn senn alt er mín skyld og eg veit ikki hví fólk ikki bara kunnu vera eitt sindur búgvin og leggja merkis til at tað er eis teirra skyld asso fuck off eg geri alt møguligt og tað er tín skyld men so skjótt sum eg geri okkurt líti lort so er alt mín skyld asso tú skilur fæn ikki hvussu tað er at vera eg fuck tykkum eingin av tykkum hevið yvurliva at veri eg og EINGIN spyr um eg kanska havi brúk fyri einari pausu ella hvussu eg havi tað tí fólk eru so forbannað egoistisk men tá tqð er ein genta so er allir skúlin lukkagur niður fyri teimum asso piss off hugsa um onnur fólk tykkara fckn “woke” ass bullshit

Góði tú.

 

Takk fyri brævið. Og takk fyri, at tú skrivar so erligt. Tað krevur nógv at seta orð á alt hatta, sum tú gongur og ber uppá. Tað ljóðar sum um tú hevur tað ótrúliga tungt júst nú og tað er væl skilligt. Og tað lýsir eisini støðuna væl, tá tú hevur skrivað dagbók yvir eina tíð.

 

Tað tú lýsir – at alt kennist grátt, at tú ert óður og keddur í senn, at tú følir teg einsamallan sjálvt um onnur eru rundan um teg, og at tú hatar teg sjálvan – er ikki smáting. Tað er ein stór byrða at ganga við, serliga tá tú eisini kennir, at tú ikki kanst tosa við nakran um tað.

 

Eg leggi eisini merki til, at tú sigur, at tú vilt hava hjálp, men ikki torir at spyrja. Tað gevur meining. Tá man hevur fingið kensluna av, at man verður misskiltur ella skeldaður, so kann tað kennast ótrygt at lata upp. Men tað merkir ikki, at tú ikki hevur uppiborið hjálp – tí tað hevur tú.

 

Tá tú skrivar, at tú ert tætt við at enda lívið – so er tað nakað, vit taka í størsta álvara. Tú skalt ikki standa einsamallur við teimum tankunum. Tú skrivar eisini, at tú ynskir at tosa við onkran, sum tú ikki kennir, og sum ikki dømir. Tað er júst tað, tú gert nú – og tú kanst halda fram við at skriva til okkara. Vit eru her, og vit lurta.

 

Samstundis hugsi um tað er nakar, sum er bara eitt sindur lættari at vera saman við enn onnur í tínum lívi? Tað kann vera ein vinur, ein lærari, ein familjulimur – ella kanska ein annar vaksin, sum ikki er so tættur. Kanska kundi ein samrøða við ein annan vaksnan enn tíni foreldur hjálpt tær at tosa við tíni foreldur um hvussu tú hevur tað ella um at sleppa at tosa við ein terapeut. Ikki tí tú skalt siga alt í einum – men kanska bara lata eitt lítið sindur upp. Tú nýtist ikki klára alt sjálvur.

 

Tá kroppurin og tankarnir eru so fullir av vreiði, angist og tungum kenslum, sum tú lýsir, so kann tað eisini gera, at alt kennist skeivt – eisini hvussu tú sært teg sjálvan. Tað tú sigur um at einki er gott við tær – tað er ein kensla, men tað er ikki tað sama sum sannleikin um teg.

 

Eg blívi eisini upptikin av, at tú roynir alt tú kanst at fáa tað betri – tú venur, tú hugsar um at forbetrast, tú roynir at vera góður við onnur. Tað sigur nakað um teg og hvat tú megnar, hóast tað kanska ikki kennist soleiðis innanífrá.

Akkurát nú er tað týdningarmesta ikki at fáa alt at rigga. Tað týdningarmesta er, at tú ikki ert einsamallur við hesum. Tað eru fólk, sum vilja hjálpa tær og tú eigur at hava onkran at tosa við.

 

Vit eru her. Tú ert ikki ósjónligur. Tú ert altíð vælkomin at venda tær aftur til Tú og Eg Ráðgevingina á 116 111.