Góða tú.
Takk fyri títt bræv. Og takk fyri at tú skrivar, tað kann vera gott at spyrja onkran til ráðs um man er bangin og tað er tað tú gert við at skriva til okkum.
Tað er heilt natúrligt at verða bangin, tá tú merkir óbehag í hjartanum og hoyrir orð sum “broken heart syndrome”. Broken heart syndrome er nakað, sum næstan altíð kemur hjá vaksnum fólki og verður staðfest av lækna. Tað er ógvuliga lítið sannlíkt, at ein 15 ára gomul genta hevur hetta.
Kroppurin hjá okkum kann reagera sera ógvusligt, tá vit eru kedd, stúrin, bangin, eru strongd ella hava upplivað okkurt, sum rakar hjartað nógv. Tá kann ein merkja pínu, trýst, skjótan hjartasláttur ella angist í bróstinum. Hetta kann kennast ræðandi, men tað er ofta kroppurin, sum roynir at siga frá, at nakað er tungt inni í tær – og ikki at hjartað er sjúkt.
Tað eru nógv fólk, sum uppliva okkurt sum minnir um Broken heart syndrome, tá tey hava hjartasorg. At vera forelskað/ður í einum, sum ikki er forelskaður aftur ella at tað er vorðið til einkis við ein vit eru góð við kann vera sárt, tungt og kennast einsamt. Og tað eru fleiri sum kenna til at merkja hesa pínuna heilt bókstaviligt í sínum hjarta. Um tú hevur hjartasorg, kann tað vera hjálpsamt at tosa við onkran um tað. Kanska ein góðan við eina góða vinkonu ella vin, við tíni foreldur ella við onkran annan persón tú ert trygg við. Tað er ikki vandamikið at hava hjartasorg, men tað kann kennast sera svárt og tungt at standa í og serliga um tú skalt bera allar tankarnar og kenslurnar sjálv.
Um talan ikki er um hjartasorg og tú merkir nógv í hjartanum ella ert bangin, so er skilagott at tosa við tíni foreldur um tað. So kunnu tit í felag finna út av um tit skulu seta tykkum í samband við ein lækna.
Tú ert ikki einsamøll, og tú hevur longu tikið eitt gott stig við at skriva til okkum.
Tú ert vælkomin at skriva ella ringja aftur til Tú og Eg Ráðgevingina á 116 111.