Skaða

Spurningur: Eg vildi vita tað sikkrasta staði at skerða megsjálva Og eg spurdi chatgpt tí eg gjørdi tað á beininum tú veist tann feittuta partin aftanfyri skinnabeini og tað startaði at “twitch” eg veit ikki tað føroyska orði men ja. Og eg spurdi chatgpt og tað segdi av infection ella at “hitting a nerve, or muscle” tað segði tað so eg hugsaði kanska onkra arða stæni tí hvis eg ikki fari at stegga líka so gott eitt sikkurt stað. Eg veit “blabalabala tað er ikki sikkurt at gera líkamiki havt blablabla.” Eg fari at gera tað alíkavæl líka sp gott gera tað eitt sikkurt stað. Men ja og tað segði “if ur thinking about sh pls call this hotline” ella naka sovori og tað vísti eina føroyska. Eg eri bara eitt sindur beingin tað fer at siga naka ella okkurt sovori. Eg vil ikki hava at nakar skal finna útav hesum. Og góði ikki sigi “tað er ikki sikkurt nakrandtaðnis” eg fari at gera tað ok altso eg vil bara hava eitt sikkurt stað, ella sikkrari. So ja.

Góða tú

Takk fyri, at tú skrivar. Tað, tú deilir, er álvarsamt, og tað má vera sera tungt hjá tær at ganga og bera uppá. Eg hoyri úr tí, tú skrivar, at tú ert komin so langt, at tú ikki longur spyrt, UM tú skalt skera teg, men HVUSSU. Tað sigur mær, at tú veruliga hevur tað ringt.

Eg skal vera heilt erlig. Eg kann ikki siga tær, hvar tað er “sikkurt” at skera seg. Ikki tí eg ikki vil hjálpa tær, men tí tað finst einki sikkurt stað á kroppinum at skera seg. Tá tú skar teg í beinið og tað byrjaði at “twitcha”, var tað kroppurin, sum royndi at siga frá. Kroppurin er ikki gjørdur til at tola hetta, og sjálvt um tú roynir at hava tamarhald, kann tað skjótt fara skeivt. Tað er ikki tí tú ert býtt ella óvitandi, men tí sjálvsskaði er óútrokniligur og farligur.

Samstundis er umráðandi at siga, at tá tú leitar eftir einum “sikkrari” máta, merkir hetta ikki, at tú ert veik ella dramatisk. Tað merkir, at tú ert desperat eftir at fáa frið. Eftir at fáa okkurt, sum kann steðga kaosinum og pínuni, sum tú hevur innaní. Sjálvt um pínan ikki sæst, er tað sanniliga ein verulig pína.

Summi uppliva, at tað hjálpir at gera okkurt, sum gevur eina sterka kropsliga kenslu, men tó uttan at gera skaða. T.d. at halda einum ísklumpi í hondini ella móti húðini, klemma fast um okkurt hart, ella spenna FAST og so slappa av aftur. Onnur gera okkurt aktivt sum t.d. at ganga ordiliga skjótt, renna upp og niður trappurnar, gera armboyggingar, seta tónleik frá og syngja ella rópa við. Hetta tekur ikki trupuleikarnar burtur, men tað kann hjálpa at halda út, uttan at tú fært skaða. Onkur skrivar eisini tankarnar niður. Alt tað ljóta, vreiðina, tað kedda, uttan filtur. Ella skriva eini boð, uttan at senda tað avstað. Tað kann hjálpa við at fáa tað úr høvdinum.

Tú skrivar eisini, at tú ert bangin fyri, at onkur skal finna útav hesum. Tað er ein sera vanlig kensla. Men tað, tú stríðist við, er ov tungt hjá tær at bera einsamøll. Tað eru vaksin og fakfólk, sum hava skyldu at hjálpa tær, og ikki at straffa teg. At tosa við onkran merkir ikki, at tú missir kontrol. Ofta er tað júst tá, at tingini byrja at blíva eitt lítið sindur lættari.

Um tú orkar, so royn at taka bara eitt lítið stig. Er onkur vaksin, tú hevur álit á? Eitt foreldur, ein lærari, ein sálarfrøðingur, heilsufrøðingurin í skúlanum, onkur í familjuni ella foreldur hjá onkrum vinfólki? Tú kanst t.d. byrja við at vísa teimum hetta brævið, so nýtist tú ikki at finna orðini sjálv. Tú kanst eisini ringja til Tú & Eg Ráðgevingina á 116111 gerandisdagar kl. 18–22, har tú kanst tosa við onkran, sum dugir at lurta og kann hjálpa tær við tonkunum.

Tað tú upplivir nú, fer ikki at vara fyri altíð, hóast tað kanska følist soleiðis. Tú ert meira enn hetta stríðið, og hjálp finst. Tú hevur uppiborið at fáa stuðul, og tú hevur uppiborið at liva.

Alt tað besta.