Idk

Spurningur: “Bring back bullying!” “Bring back bullying”…
Góða tú.
Takk fyri brævið. Tað ljóðar sum tú heilt konkret hevur staðið í einari ógvuliga svárari støðu við tínari lýsing av støðuni. Tað skalt tú ikki standa einsamøll við. Tað finnast vaksin, sum kunnu og vilja hjálpa tær, heilssystirin í skúlanum, onkur lærari í skúlanum ella onkur vaksin í familjuni, tú kennir teg tryggan at tosa við. At tú skrivar til okkum í hesari sváru støðu, er eitt tekin um, at tú ynskir nakað annað fyri teg sjálva.
Skriva ella ring endiliga aftur til okkum á 116 111.
Tú kanst eisini seta teg í samband við Gigna á 614000 mán – fríggjadag kl. 10-15 ella Barnaverndartænastuna á 302480 – tey svara alt døgnið.
Tú ert ikki einsamøll – vit vilja fegin hjálpa tær.