Góða tú.
Takk fyri brævið. Tað ljóðar tungt og einsamt at vaksa upp við at verða so nógv skeldað og fáa so nógv hørð orð niðuryvir seg frá einum persóni, sum burdi ansa allarmest eftir tær. Tá man dagliga fær at vita, at man ikki er sum man burdi ella at man oyðileggur alt, kann tað seta seg djúpt – og tað gevur meining at tú fært tankar um ikki at vilja vera her meira. Hesir tankar siga tó ikki sannleikan um teg og tína framtíð.
Tað er umráðandi, at tú veist, at ongin hevur rætt til at tosa soleiðis við teg, heldur ikki foreldur tíni. Tað tú lýsir, kann skaða eitt ungt menniskja nógv og tað er ikki tín skyld.
Tað er týdningarmikið, at tú ikki stendur einsamøll við hesum. Tú hevur brúk fyri at verða tikin í álvara. Vita um tú kanst finna ein vaksnan tú kanst stóla uppá. Td. ein lærara, heilsufrøðingurin á skúlanum ella onkur annar vaksin í familjuni ella uttanfyri familjuna. Og fortel teimum júst hvussu tú hevur tað heima.
Tað er væl skilligt, at tú droymir um at flyta út og burtur frá familjuni – tað kenna nógv ung fólk aftur. Tá man er undir 18 ár skal man tó ikki standa einsamallur við hesum. Har eru vaksin og skipanir, sum kunnu hjálpa við at finna tryggar loysnir um heimið ikki er eitt gott stað at vera. Tú kanst altíð seta teg í samband við Barnaverndartænastuna og biðja um ráð. Um tú fert inn á bvs.fo sært tú hvussu tú kanst kontakta tey har tú býrt.
Hóast tað kann kennast so í løtuni, er títt lív størri enn tann mátin mamma tín tosar við teg uppá. Hennara orð koma ikki avgera hvussu tú fert at vera ella um tú fært kærleika og vinarløg í framtíðini.
Um tankarnir um at skaða teg sjálva gerast sterkir, hevur tað týdning, at tú fært sagt frá so skjótt sum til ber – við onkran vaksnan, sum tú kennir ella td. við at skriva ella ringja aftur til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111.
Takk enn einaferð fyri brævið frá tær. Tað vísir, at tú vilt gera okkurt við støðuna, tú ert í. Ansa væl eftir tær sjálvari. Tú ert ikki einsamøll.