Hey
Takk fyri títt bræv.
Tað er veruliga rørandi at lesa, hvussu tungt, tú hevur tað. Tú skrivar, at tú hevur havt sjálvmorðstankar í fleiri ár, men at teir ongantíð hava verið so ringir sum nú. Tú klárar ikki at sova, grætur nógv og kennir teg so deprimeraða/n, at tú ikki orkar meira. Tað er nógv at bera einsamøll/mallur, og eg eri glað fyri, at tú valdi at skriva.
Tá sjálvmorðstankar fylla so nógv, at teir gera tað torført at sova og at liva vanliga, er tað eitt tekin um, at tú hevur brúk fyri hjálp beinanvegin. Tú skalt ikki ganga einsamøll/mallur við hesum.
Tú spyrt, um tú kanst fáa medisin fyri depressión. Tað kann vera, at summi ung hava gagn av medisini, men tað er altíð ein lækni, sum skal meta um tað saman við tær. Tað týdningarmesta beint nú er tí, at ein vaksin fær at vita, hvussu tú hevur tað.
Eg vil tí staðiliga eggja tær til at siga einum vaksnum frá í dag! Einum foreldri, einum familjulimi, heilsufrøðinginum, einum lærara ella øðrum vaksnum, sum tú hevur álit á. Tú nýtist ikki at greiða frá øllum. Tú kanst bara siga: “Eg havi nógvar sjálvmorðstankar, og eg eri bangin fyri mær sjálvari/sjálvum. Eg havi brúk fyri hjálp.“
Tú kanst eisini ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl. 20 til 24.
Og um tú kennir, at tú kanska fert at skaða teg sjálva/n, ella at tú ikki klárar at vera trygg/ur við tær sjálvari/sjálvum, skalt tú siga einum vaksnum frá beinanvegin, ringja 112 ella fara á bráðmóttøkuna. Tú eigur ikki at vera einsamøll/mallur við hesum.
Tað kann vera torført at trúgva uppá tað beint nú, men nógv ung, sum hava havt tað akkurát soleiðis sum tú, hava fingið hjálp og hava fingið tað nógv betri aftur. Tað er vón, og tú hevur uppiborið at fáa hjálp.
Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111.