Takk fyri títt álitisfulla bræv.
Tað ljóðar, sum tú hevur gingið við nógvum tungum kenslum leingi. At kenna seg einsamalla, hava lítið sjálvsvirði og samstundis stúra fyri, um onnur dáma seg, kann vera sera pínufult. Tú skrivar, at tú inn ímillum hevur spurt teg sjálva, um lívið er vert at liva. Tað vísir, hvussu tungt tú hevur tað beint nú. Samstundis skrivar tú, at tú ikki skaðar teg sjálva, sum er gott.
Tað, tú lýsir, er ikki býtt ella løgið. Nógv ung, sum kenna seg einsamøll og avvíst, byrja at ivast í sær sjálvum og hugsa, at tey ikki eru góð nokk. Men kenslan av at vera “ikki góð nokk” er ikki tað sama sum, at tað passar. Tá vit hava tað ringt, verður okkara innara rødd ofta sera kritisk, og vit síggja okkum sjálv við nógv kritiskari eygum enn onnur gera.
Tú skrivar, at tú elskar at vera saman við fólki, og at tað ger teg kedda, tá tú ofta ert einsamøll. Tað er ordiliga menniskjasligt. Vit hava øll tørv á felagsskapi og at kenna, at vit hava týdning fyri onnur. Sorgin og einsemið, tú merkir, geva tí góða meining.
Tú hevur longu ein skúlasálarfrøðing. Tað er ein stór styrki. Tá tit møtast aftur, aftaná summarfrítíðina, vil eg eggja tær til at fortelja henni tað, sum tú hevur skrivað her. Tú nýtist ikki at finna røttu orðini. Tú kanst enntá vísa henni hetta brævið ella skriva nakað líknandi niður. Tað er júst slíkir tankar og kenslur, sálarfrøðingar eru til fyri at hjálpa við.
Tú skrivar eisini, at tað er torført at tosa við foreldur tíni. Kanska er onkur annar vaksin, tú hevur álit á? Ein lærari, heilsufrøðingur, onkur í familjuni ella foreldur hjá einum vini, sum tú kanst tosa við. Tú eigur ikki at bera alt hetta einsamøll.
Um tankarnir um, at lívið ikki er vert at liva, gerast sterkari, ella tú kennir teg heilt ráðaleysa, so er tað serliga týdningarmikið at siga einum vaksnum frá beinanvegin. Tú kanst eisini ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl. 20 til 24.
Tað, tú kennir nú, merkir ikki, at soleiðis verður tað altíð. Kenslur broytast, og tú hevur longu tikið eitt týdningarmikið stig við at skriva um, hvussu tú hevur tað. Tað gevur mær vón um, at tú eisini fert at fáa tað betur.
Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111.