Góða tú
Takk fyri, at tú skrivar so opið og erligt um, hvussu tú hevur tað.
Tað ljóðar, sum tú gongur við nógvum tungum tankum og sterkum kenslum. Tú skrivar, at tú grætur nógv, verður ússalig av tankanum um skúla og arbeiði, og at tú onkuntíð hugsar, hvussu deiligt tað hevði verið at fáa frið. Samstundis sigur tú eisini, at tú ikki ynskir at doyggja. Tað er ein týdningarmikil munur.
Nógv ung, sum ganga runt og eru troytt, stúrin ella hava tað ringt sálarliga, kunnu fáa tankar um at sleppa undan øllum. Tað er ikki tað sama sum, at tú veruliga vilt doyggja. Ofta er tað eitt tekin um, at tú hevur gingið ov leingi við ov tungum byrðum og hevur tørv á hjálp og hvíld.
Tú stendur á bíðilista til útgreining. Um hetta er angist, autisma, at tú er troytt ella bara tað at vera 14 ár, er torført at siga út frá einum brævi. Men tað, tú lýsir – at verða sjúk av tankanum um skúla og arbeiði, gráta nógv og kenna teg yvirbelastaða, er meira enn bara “at vera tannáringur“. Tað eru tekin um, at tú hevur tað trupult og hevur brúk fyri stuðli.
Tað er so gott at lesa, at tú hevur eitt gott samband við mammu tína. Tú nýtist ikki at hava øll orðini klár ella vita júst, hvat tað er, tú kennir. Tú kanst siga júst tað, sum tú hevur skrivað her: “Eg eri forvirrað av mínum egnu tankum, og tað følist tungt at ganga einsamøll við teimum.“ Tað er nokk at siga.
Tað er gott, at tú ert komin á bíðilista til útgreining, men tú nýtist ikki at bíða við at fáa hjálp, til tú hevur fingið eina diagnosu. Um tankarnir gerast tyngri, ella tú kennir, at tú ikki megnar at bera teir einsamøll, er týdningarmikið at siga einum vaksnum frá. Mammu tíni, pápa tínum, heilsufrøðinginum ella einum øðrum vaksnum, sum tú hevur álit á.
Tú kanst eisini ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl. 20 til 24. Har kanst tú tosa um tankarnar, uttan at tú nýtist at hava øll svarini.
Tú ert ikki løgin, og tú ert ikki einsamøll um at hava tað soleiðis. Tað, tú følir nú, kann broytast, og tað er hjálp at fáa.
Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111.