Góða tú
Takk fyri brævið, og takk fyri, at tú setur orð á nakað so týdningarmikið.
Huff, tað er tungt at lesa, at tú hevur havt tað so tungt, at tú tvær ferðir hevur roynt at taka títt egna lív. Man kann bara ímynda sær, hvussu ræðuligt tað má hava verið at hava brúk fyri hjálp mitt um náttina, men uppliva, at eingin var at ringja til. Tað er sera álvarsamt, og eg skilji væl, at tú ynskir, at hjálpin var tøk alt samdøgrið.
Tú ert bæði umhugsunarsom og umsorganarfull, at tú, hóast tínar egnu truplu upplivingar, hugsar um onnur ung, sum kunnu koma í somu støðu. Tú hevur heilt rætt í, at sálarligar kreppur og sjálvmorðstankar ikki bara koma, tá ráðgevingar hava opið. Vit taka títt ynski í álvara, og tað er ein týdningarmikil áminning um, hvussu stóran týdning tað hevur, at hjálp er tøk, tá tørvurin er størstur.
Samstundis verði eg eisini stúrin um teg. Tú skrivar, at tú tvær ferðir hevur roynt at taka títt egna lív, og eg vóni inniliga, at tú hevur fingið hjálp síðani. Um tú ikki hevur tað, vil eg staðiliga eggja tær til at fortelja einum vaksnum, sum tú hevur álit á, hvussu tú hevur tað, og fáa hjálp frá lækna. Tú hevur uppiborið hjálp og stuðul, og tú skalt ikki standa einsamøll við hesum.
Um tú aftur fært tankar um at taka títt egna lív og ert bangin fyri, at tú kanst gera álvara av teimum, er týdningarmikið, at tú ikki ert einsamøll. Far til ein vaksnan beinanvegin. Ert tú í bráðfeingis vanda, kanst tú altíð ringja til 112 ella til læknavaktina á 1870, eisini mitt um náttina.
Vónandi hevur tú tað betri í dag. Takk fyri, at tú skrivaði og gjørdi vart við hendan týdningarmikla trupulleikan.
Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur ella ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl. 20 til 24.
Alt tað besta.