Góða tú.
Takk fyri brævið. Tað ljóðar sum tað er tupult hjá tær fyri tíðina. Ongin skal standa einsamallur við at hava tað ringt og við sjálvskaða. Tú sigur, at tú ynskir at steðga við sjálvskaðanum og tað er gott útgangsstøði fyri at broyta tína støðu og fáa tað betri.
Tú ivast í um tað er neyðugt at siga tínum foreldrum tínum um støðuna og eg haldi, at tað er altíð gott fyri okkum at tosa við onkran, tá vit hava tað trupult og ikki vita hvat vit skulu gera. So eg haldi, at tað er eitt gott hugskot at tosa við foreldrini hjá tær um tínar trupulleikar – so tit í felag kunnu finna útav hvussu tú kanst fáa tað betri.
Alt tað besta.
Heilsan Svanna