Góða tú.
Takk fyri brævið og lýsingini av tínari støðu.
Tað ljóðar sum lívið hjá tær er og hevur verið trupult í longri tíð. Tað krevur dirvi at seta orð á tað. Takk fyri tað. Tað ljóðar hart at skeldast so nógv við pápa sín, at trívast illa og at royna at rúsa seg burturúr tí. Alt tað kann eisini gera, at man fær kensluna av, at man ikki veit hvat man skal gera. Ongin eigur at standa einsamallur við sjálvmorðstankum ella sjálvmorðsroyndum. Kanska hevði tað verið gott hjá tær at sloppið at tosa við onkran um hvussu tú hevur tað og eisini, at tey í skúlanum fingu at vita um happingina, so broyting kom í.
Eg haldi, at tú skalt fara at tosa við ein vaksnan, sum tú hevur álit á, td. mammu ella pápa tín. Um tað ikki er ein møguleiki, so tosa við ein góðan lærara ella heilsufrøðingin í skúlanum hjá tær – so kunnu tit í felag finna útav hvussu tú fært ta bestu hjálpina og kanst fáa tað betri.
Alt tað besta.
Heilsan Svanna