Sálarlig heilsa, rúsevni og rúsdrekka

Spurningur: Hey, eg havi brúka fyri hjálp. Í summar byrjaði eg at drekka og roykja, eg hevði tað longu ringt áðrenn men nú er alt bara blivi verri, eg drekki onkutíð a vikudagar tí eg vil bara doyva kenslurnar. Eg vil fáa tað betur men eg veit ikki hvar eg skal byrja, míni foreldur vita gott av tí men tey gera bara skemt burtur úr tí og gera komentarar um tað. Eg havi sagt tað við nakrir vinir hjá mær men eg vil vita hvat fyri ráð tit hava.

Takk fyri, at tú skrivar so opið um, hvussu tú hevur tað. Tað ljóðar sum, at tú hevur gingið við nógvum tungum kenslum eina tíð, og at tað er vorðið verri síðani summar. Tá mann byrjar at drekka ella roykja fyri at doyva kenslurnar, kann tað vera eitt tekin um, at okkurt er veruliga torført innaní. Tað gevur meining, at tú ynskir at fáa tað betur. Tað, at tú søkir tær hjálp við at skriva inn her er stórt og eitt týdningarmikið stig. 

Tú skrivar, at foreldrini vita um hetta, men at tey gera skemt burtur úr tí. Tað kann kennast bæði einsligt og frustrerandi, tá mann roynir at siga frá, men ikki følir, at onnur taka seg í álvara. Tað er væl skilligt, um tú hevur tørv á, at onkur lurtar og veruliga skilir, hvussu tú hevur tað.

Tað kann vera ein góð hjálp at tosa við onkran vaksnan, sum tú kennir teg tryggan við. T.d. ein lærari, heilsufrøðingur í skúlanum, ein venjari, ein familjulimur ella kanska foreldrini hjá einum vini. Tú hevur longu sagt tað við nakrar vinir, og tað er gott, at tú ikki stendur heilt einsamallur við tí. Um tú heldur, at tað er lættari at tosa við onkran uttan fyri tína nærmastu familju, kanst tú eisini venda tær til Bláakross, har tey hava ymisk tilboð og eru von at tosa við ung um slíkar støður.

Tá nógvar tungar kenslur koyra runt í kroppinum, royna nógv ung (og vaksin) at finna ein máta at sleppa undan teimum eina løtu, t.d. við alkoholi ella at roykja. Tað kann geva eina kenslu av lætta eina løtu, men í longdini ger tað ofta, at kenslurnar koma aftur, og enn sterkari. Tí kann tað hjálpa nógv at fáa tosað um tað, sum liggur aftanfyri.

Tað er ikki ov seint at fáa tað betur, og nógv ung uppliva júst tað sama sum tú og fáa hjálp. Tú hevur longu tikið eitt týðandi stig við at skriva inn her.

Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur. Tú kanst eisini ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl. kl. 20 – 24. Har sita vaksin, sum eru von at lurta og hjálpa.

Alt tað besta.