Sjálvmorðstankar og sjálvskaða.

Spurningur: Hey. Eg eri 15 ára gomul og eg havi havt tað ringt leingi. Eg eri diagnosa ADHD og depramatión tá eg var 12. Eg havi eisini nógv angst. Eg havi verði depramera síðani eg var 8 ára gomul, tí okkurt ringt hendi í familjuni tá. Tá byrjaði eg eisini at blíva happað í skúlanum. Tað hevur verði mega leingi nú. Eg havi gjørt sjálvskaða og havt sjávmorðstankar síðani eg var umleið 8 ár. Mamma og babba funnu útav tí nakrar fáar vikur síðani. Tað gjørdi alt verri. Eg havi aldrin heilt fingi hjálp. Eg havi altíð hildi tað fyri meg sjálvan. Eg vil fara til sálarfrøðing, men mamma og babba siga at tað er ov ringt at finna onkran í summarferiuni. Eg skal eisini á eftirskúla í danmark um 3 vikur. Eg veit ikki heilt hvat eg kann gera fyri at fáa tað betri. Eg klári ikki at tosa við mammu og babba. Eg føli meg nokkso aleina í hesum. Eg havi prøva at gjørt sjálvmorð fyrr. Eg vil fáa tað betri men eg veit ikki hvussu.

Góða tú

Takk fyri, at tú skrivaði til okkara. Tað krevur nógv dirvi at seta orð á nakað, sum tú hevur gingið einsamøll við í so nógv ár. Tað, tú greiðir frá, ljóðar sera tungt og tað er væl skilligt, at tú kennir teg einsamalla og ikki veist, hvat tú skalt gera.

Tað, sum er hent tær og familjuni, og at tú hevur havt tað so ringt í so nógv ár, er ikki tín skyld. Og tú ert ikki ein trupulleiki, tí tú hevur tørv á hjálp. Tú hevur gingið við hesum alt ov leingi einsamøll.

Tú skrivar, at tú vilt fáa tað betri og tað er ein týdningarmikil partur av tí, tú hevur skrivað. Og hóast tú hevur havt tað ringt í nógv ár, merkir tað ikki, at tú skalt hava tað soleiðis restina av lívinum. Tað finnast fólk og viðgerðir, sum kunnu hjálpa tær.

Tú skrivar, at tú stríðist við ADHD, tunglyndi og angst. Tað eru nógv, sum stríðast við ADHD, tunglyndi og angst sum fáa professionella hjálp. Tað ljóðar sum tað er eitt gott hugskot at royna hjá tær eisini. Tú skalt ikki sjálv finna út av, hvussu alt tað tú stríðist við, skal loysast. Ein sálarfrøðingur ella annar fakpersónur kann hjálpa tær at fáa greiðu á hvørjum tú hevur brúk fyri.

Tú sigur, at tað er trupult at tosa við mammu og babba, at tú hevur fortalt teimum um tínar tyngstu tankar og at tað gjørdi alt verri. Tað er væl skilligt, at tað kennist trupult at tosa við síni foreldur um nakað so trupult, serliga tá tað kennist sum alt verður verri. Men tað er tað rætta tú hevur gjørt. Tú skalt ikki ganga einsamøll við so tungum tonkum. Serliga nú, tá tú fert á eftirskúla, verður hevur tað týdning at tú ikki skalt bera alt sjálv.

Eftirskúlin kann kanska verða ein góður møguleiki hjá tær at uppliva nakað nýtt og læra nýggj fólk at kenna, men tað er ikki meiningin, at tú skalt fara á eftirskúla og royna at klára alt sjálv. Tey vaksnu har skulu vita, at tú hevur tað trupult, so tey kunnu hjálpa tær og vita, hvat tey skulu gera, um tú fært tað verri. Og tað kunnu foreldrini hjá tær hjálpa tær við. Um tað kennist ómøguligt at tosa við foreldrini hjá tær, so kanst tú royna at finna onkran annan vaksnan, sum tú ert trygg við

sum tú kanst siga tað við hvussu tú hevur tað. Tað kann td vera onkur í familjuni ella ein annar vaksin, sum tú hevur álit á. Tað týdningarmesta er, at ein vaksin veit, hvussu ringt tú hevur tað, so tú ikki skalt bera hetta einsamøll. Kanska tey kunnu tosa við foreldrini hjá tær og tryggja, at tú fert til Danmarkar so trygt, sum gjørligt og tey vaksnu har eisini kunnu vera har fyri teg.

Tú hevur longu tikið eitt týdningarmikið fet við at skriva hetta brævið. Nú vóni eg, at næsta fetið verður, at tú letur ein tryggan vaksin vita, hvussu álvarsamt tað er.

 

Tú ert eisini vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl 18 til 22.