Samlega, seinkað mens. og abort?

Spurningur: Nú veit eg ikki, um tað er ov tíðliga at skriva, men eg havi brúk fyri ráðgeving og annars bara at vera fyrireikað til, hvat eg skal gera. Eg havi havt samlegu við einum dreingi, sum var ein “one night stand” aftaná ein festival. Ta náttina eg hevði havt samlegu við honum, var mín mensturatión longu seinkað 1 dag, men tað er ikki óvanligt, tí hon er ooongantíð til tíðina, og er faktist 5-7 dagar seinkað hvørja ferð. Men tað er komið fyri, at hon hevur verið 2-4 vikur ov sein meira enn einaferð. Men aftur til tað er eri bangin um. Tað stutta av tí langa er, at hítin slitnaði og vit steðgaðu, men hann fleygaði sær sjálvum lidnan so hann kom. Vit lógu so einaløtu og tosaðu. Eftir einaløtu byrjaðu vit aftur… uttan hít… Eg veit tað er skeivt, og eg angri tað SO nógv!! Vit høvdu so samlegu aftur til hann fór at koma, men hann hálaði sjálvandi úr áðrenn hann kom. Eg eri bara bangin fyri, at sáð er komið í meg og at eg eri fyri vanda at gerast við barn. Eg tók eina plan B pillu eftir ca. 30 tímar, sum ger meg nógv meira róliga. Men henda sama dagin, um kvøldið, tá ið eg skal koyra pakkan við plan B pilluni í skrell, hyggi eg líka aftanfyri og lesi. Tá stendur, at um ein tekur heilivág fyri epilepsi, so skal viðkomandi møguliga taka 2 plan B pillir, tí heilivágur fyri epilepsi kann forða virkningin av plan B pilluni. Men tað er so alt eftir, hvør epilepsi heilivágur tað er og styrkina. Eg eri í mai mánaði byrjað upp á lamotrigin teva, ein heilivágur fyri epilepsi, har eg nú havi trappað meg uppá 100mg um dagin. Eg fór so dagin eftir á apotekið aftur og spurdi meg fram. (Tá vóru ca. 54 tímar gingnir, so enn innanfyri 72 tímars “markið”, har plan B pillan hevur besta virkning). Konan visti ikki um nakað, at man kundi ella skuldi møguliga taka 2 plan B pillir, tá man tekur ein ávísan heilivág. Konan sum stóð við hin kassan visti heldur einki. Hon fór so afturum og var vekk í eini 5–10 minuttir, men kom so aftur og segði so, at man helst ikki skuldi taka 2 plan B pillir í einari cyklus. So eg fór heimaftur. Mín mensturatión er nú 10-11 dagar seinkað, so tað sigur seg sjálvt, at eg bara gerist bangnari fyri hvønn dag eg ikki fái hana, men eg vóni sjálvandi allatíð at hon fer at koma, tí eg vil ikki trúgva at eg eri “við barn”. (Tað ljóðar so ógvusligt at siga so, men aja). Eg havi skrivað við chat gpt og googla nógv í kvøld! Eisini havi eg vinkonur eg tosi við um hetta, so eg eri ikki einsamøll. Men tað sum chat og google siga, er at eg skal taka ein graviditets test aftaná ca. 3 vikur eftir samleguna, sum eg eisini fari. Tó er tað eitt sindur betryggjandi, at mínari nipplar eru sindur eymar og størri enn vanligt, og at eg havi havt sindur bleytan maga í nakrir dagar, tí tað eru nevnliga tey vanligu teknini hjá mær, áðrenn mín mensturatión kemur. Tá alt hatta er sagt, so er mín spurningur um eg kann fáa abort uttan, at míni foreldur skulu fáa nakað sum helst at vita, sjálvt um eg bara eri 17 ár??? Eg veit hetta er tíðliga at spyrja um, men eg vil vera fyrireikað og vita beinanvegin, hvat eg skal gera, um nú tað vísir seg, at tað eg als ikki vil skal henda, hendir… Og annars bara at vera meira tilvitað, um hetta skuldi hent aftur. Hetta er nakað, sum eg hugsi um nógv, og sum heldur meg uppi um næturnar (kl. er 02.30 hahah), og tí vil eg bara fáa vitan frá professionellum:) Tó skal líka sigast, at bæði vóru ávirkaði av rúsdrekka, so eg minnist ikki allar detaljur, sum kunnu vera sera umráðandi. Eg veit, at tað kann virka eitt sindur fløkjasligt, men takk frammanundan fyri hjálpina:) Her er ein lítil tíðarlinja fyri at gera tað eitt sindur nemmari at skilja, um tað er ov fløkjasligt: 17. juli – mens. “átti” at koma (er ongantíð til tíðina). 19. juli – kl. ca. 07.00-08.00, samlega uttan verju. 20. juli – kl. ca. 14.00, tikið plan B. 21. juli – spurdi meg fram á apotekinum. Nú 28. juli – kl. 02.30, skrivi hetta.

Góða tú

Takk fyri brævið og fyri, at tú skrivar so væl og greitt um tað, sum tú ert stúrin um. Tað er skiljandi, at tú ert stúrin, tá menstruatiónin ikki kemur og tú bíðar eftir, at hon skal koma. Tú gert alt tú kanst fyri at fáa greiðu á hvussu tú fært loyst støðuna.

Nýggja abortlógin í Føroyum er sett í verk 1. juli í ár. Í henni stendur, at tá ein er undir 18 ár, skulu tey sum hava foreldramynduleikan geva samtykki til at søkja um fosturtøku. Tað stendur eisini, at tá umstøðurnar tala fyri tí kann eitt samráð loyva, at samtykki ikki skal innheintast (tú sært lógini inni á logir.fo). Um tú finnur útav, at tú ert við barn, vildi eg mælt tær til at venda tær til lækna sum skjótast og spyrja heilt beinleiðis um, hvørjir møguleikar tú hevur, og um foreldrini skulu kunnast. Tú kanst eisini siga læknanum, at tú ert stúrin um at foreldur tíni fáa tað at vita.

Hóast hendan støðan tú ert komin í kanska kennist eitt sindur flovislig, so hevur tú onga orsøk at skammast. Tú hevur longu tikið ábyrgd við at leita eftir upplýsingum og hjálp. Um tú fært brúk fyri hjálp til at taka næsta stigið, kanst tú altíð venda aftur til okkara.

Tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl 18 til 22.