Eg eri bangin tí eg drakk for nógv redbull

Spurningur: Eg havi drukki 120mg av redbull og eg eri bangin tí eg hoyrdi um ein drong sum doyði at tí. Eg tori ikki at siga tað við mammu. Hava tit nakað hugskot ella nakað at siga so eg ikki eri so nervød uk tað at eg drakk ov nógv? Ella nakað hugskot uk hvussi eg skal siha tað við mammu so hon ikki verður ill?

Góða tú.

Takk fyri brævið. Tað er skilligt, at tú verður bangin, tá tú hevur hoyrt um ein, sum doyði eftir at hava drukkið orkudrykk. Men tað, sum tú hevur hoyrt um, merkir ikki, at tað sama fer at henda tær. 120 mg av koffeini er ikki tað sama sum at hava fingið eina lívshættisliga nøgd, men hvussu nógv koffein er nógv, veldst eisini um t.d. aldur og stødd.

Tá man verður bangin, reagerar kroppurin – hjartað kann sláa skjótari og man kann verða fara at skelva ella gerast órolig. Tað er skilligt, at tú ert bangin fyri at siga tað við mammu, tí tú ert bangin fyri, at hon verður ill. Men tú hevur ikki gjørt nakað, sum tú skalt ganga einsamall við. Tað er faktiskt gott at siga einum vaksnum frá, so tú ikki skalt bera óttan einsamøll.

Tú kanst t.d. siga við mammu tína:

„Mamma, eg havi brúk fyri, at tú ikki verður ill. Eg havi drukkið ein orkudrykk og nú eri eg bangin, tí eg havi hoyrt um ein drong, sum doyði av tí. Eg veit ikki, um tað er farligt, men eg vil gjarna siga tær tað.“

Tú kanst eisini bara vísa henni hetta brævið, um tað er torført at siga tað sjálv.

Takk fyri, at tú skrivaði til okkum. Tað er longu eitt fet á leiðini til at gera okkurt við tína stúran.

Tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl 18 til 22.