Góða tú.
Takk fyri brævið og lýsingina av tínari støðu.
Tað ljóðar sum lívið hjá tær er og hevur verið trupult í longri tíð. Tað krevur dirvi at seta orð á sjálvmorðstankar, sjálvmorðsroyndir, sjálvskaða og happing. Og tað hevur tú gjørt við hesum brævinum og á tann hátt eisini víst tína síðu. Takk fyri tað.
Tað er ikki løgið, at lívið kennist tungt, tá tú verður happað og ert sjálvmorðshótt.
At verða happað og kallað ljót ting, er nakað sum kann særa okkum sera nógv. Og tað kann seta djúp spor. Tað kann eisini gera, at vit fáa neiligar tankar og kenslur um okkum sjálvi sum td. at vit byrja at hata okkum sjálvi, sum tú eisini setur orð á. Standa vit í tí leingi nokk uttan, at nakar hjálpir okkum, so kann tað føra til, at vit ikki vita hvat vit skulu gera og vit kunnu fáa tankar um, at vit ikki orka at liva meira. Tað má vera hart hjá tær at vera í.
Ongin eigur at standa einsamallur við sjálvmorðstankum ella sjálvmorðsroyndum. Eg haldi, at tað hevði tað verið gott hjá tær at sloppið at tosa við onkran um hvussu tú hevur tað. Tað kann vera onkur vaksin, sum tú hevur álit á, kanska foreldrini hjá tær, heilsufrøðingurin í skúlanum ella onkur annar vaksin í tínum lívi, sum tú hevur álit á.
Tú hevur longu víst dirvi og styrki við at skriva hetta brævið og rætta út. Tað er eitt týdningarmikið fet. Tað kann kennast vónleyst nú, men ting kunnu broytast. Tað finnist hjálp og stuðul og tú hevur uppiborið at fáa tað betri.
Tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl 18 til 22.