Góða tú
Takk fyri títt bræv og fyri títt dirvi at skriva.
Tað ljóðar, sum um lívið hjá tær er nokkso strævið fyri tíðina, og eg haldi, tað er nokkso vigtigt, at tú tosar við onkran vaksnan um hetta, so onkur fær hjálpt tær eitt sindur við onkrum.
Tað ber væl til at sleppa av við óvanar sum porno, at snúsa, drekka og roykja – og at fáa tað betri, men tað er nógv lættari, um man fær hjálp til tað. Um tú følir, at mamma tín bara skeldar, og papp pápi tín sigur alt við mammu tína, hevur tú onkran annan vaksnan at biðja um hjálp frá? Tað kann vera ein lærari ella heilsufrøðingurin á skúlanum, hondbóltsvenjarin, ein mamma hjá einari vinkonu ella onkur annar vaksin í familjuni.
Nógv ung eru í tínari støði, tað vil siga, at tú ert ikki einsamøll. Nógv ung føla, at tað hjálpir at siga tað við onkran – man behøvist ikki at siga alt í senn, men tú kanst siga okkurt av tí, sum er lættast fyri teg at siga hart.
Alt tað besta,
Annika