Góða Tú
Tað ljóðar, sum tað er nokkso strævið at vera tú fyri tíðina. Tú hevur púra rætt í, at tað er ringt at gera nakað við, hvussu onnur velja at uppføra seg.
Men tá eg lesi títt bræv, so vóni eg, at tú hevur hug at tosa við onkran um, hvussu tú hevur tað. Tí tað ber væl til at sleppa burtur úr bæði sjálvskaða og depressión.
Sjálvt um tú ikki spyrt um hjálp til tað, so vil eg ráða tær til at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, ið svarar hvørt kvøld kl. 18-22. Har er ikki neyðugt hjá tær at
siga títt navn, um tú ikki hevur hug til tað. Eg hopi, at tú heldur gert tað í staðin fyri at renna vekk heimanífrá. Um tú fert heimanífrá, so rokni eg við, at tín familja og tíni vinfólk verða stúrin og kedd um teg, og tey fara at leita eftir tær.
Alt tað besta,