Góði tú,
Takk fyri, at tú skrivar inn her. Tað tú fortelur ljóðar sera tungt og einsligt at bera uppá. Tað er ordiliga ringt at kenna seg argaðan, útihýstan og sum um, at ongin tímur ein. Tá ein hevur upplivað sovorðið í longri tíð, er tað ikki óvanligt, at tankar um at hvørva ella doyggja koma. Tað sigur nógv um hvussu ringt tú hevur tað, og tú fortelur eisini, at tú veruliga hevur tørv á hjálp júst nú.
Tú skrivar, at tú hevur hug at gera sjálvmorð í kvøld. Tá tú hevur tað soleiðis, er tað sera vigtigt, at tú ikki ert einsamallur við hesum tonkunum! Tú fortelur, at foreldur tíni, flokkslærarin og heilsufrøðingurin vita eitt sindur um, hvussu tú hevur tað. Nú er tíðin at lata ein av teimum vita hvussu álvarsligt, tú hevur tað júst nú. Kanst tú fara til ein av teimum og siga teimum, at tú hevur tað so ringt sum skjótast?
Um tað følist for ringt at siga tað sjálvur, kanst tú vísa teimum tað, tú hevur skrivað her.
Tú kanst eisini ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111 í kvøld (opin kl. 20 – 24). Har sita vaksin, sum eru von at tosa við ung, sum hava tað akkurát soleiðis sum tú lýsir.
Tú skalt ikki at vera einsamallur við hesum. Tað eru vaksin, sum vilja hjálpa tær og taka teg í álvara.
Tú ert eisini vælkomin at skriva aftur til okkum. Vit vilja fegin hoyra frá tær.
Alt tað besta til tín.