Góða tú,
Takk fyri at tú skrivar. Tað ljóðar sum tú ert sera ill og frustrerað, og tað er lætt at skilja út frá tí, tú skrivar. Tá ein upplivir at royna biðja um hjálp, men følir, at eingin veruliga lurtar ella tekur tað í álvara, kann tað føra til eina kenslu av vónloysi og skapa eina øði innaní. Kenslan av at verða yvirsædd ella ikki tikin í álvara kann vera ógvuliga tung at bera.
Nógv ung kenna seg uttan iva aftur í tí, tú sigur um at royna at siga frá, at mann hevur tað ringt, fyri síðani at uppliva, at hjálpin ikki kemur nóg skjótt, ella at vaksin ikki skilja, hvussu álvarsamt tað kennist. Tá kann vreiði fylla nógv, og tað er ein menniskjalig reaktión. Vreiði er ofta eisini ein máti at vísa, at mann í veruleikanum hevur brúk fyri hjálp og, at onkur tekur ein í álvara.
Tú eigur ikki at standa einsamøll við hesum. Um tú følir, at tú ikki verður hoyrd í einari støðu, kann tað vera umráðandi at royna at venda tær til onkran annan vaksnan. Tað kann til dømis vera ein lærari, heilsufrøðingur, onkur í familjuni ella ein annar vaksin, sum tú hevur álit á.
Tað týdningarmiklasta er, at tú ikki gevst við at biðja um hjálp. Tú skalt verða tikin í álvara, og tað eru vaksin, sum vilja lurta og hjálpa.
Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur. Tú kanst eisini ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl. 20 til 24. Har sita vaksin, sum eru von at lurta og sum taka tað, tú sigur, í álvara.
Alt tað besta til tín.