Góða/i tú
Takk fyri brævið.
Nú skrivar tú ikki, hví tú hevur tað, sum tú hevur tað. Men tað kann vera ordiliga ringt at ganga við tankum um sjálvmorð, uttan at hava nakran at tosa við. Tí er tað gott, at tú skrivar her.
Tað er sjáldan eitt gott hugskot at rýma, so eg haldi, at tú skalt royna at tosa við onkran vaksnan at tosa við. Tað kann vera, at onkur vaksin, sum tú kennir (foreldur, familja, lærari ella heilsusystir á skúlanum ella ítróttavenjari) fær hjálpt tær við teimum trupulleikunum, sum gera, at tú hevur sjálvmorðstankar. Um tú ikki hevur ein vaksnan, sum tú stólar uppá, haldi eg, at tú skalt ringja á telefonina hjá Barnabata á tlf. 116 111, ið svarar hvørt kvøld kl. 18-22. Tú ert eisini vælkomin at skriva aftur til brævkassan.
Alt tað besta.