Góða genta
Takk fyri brævið.
Eg haldi, at tú burdi tosað við onkran vaksnan um, hvussu tú hevur tað. Tað er púra vanligt at hava tað ringt við sær sjálvum og útsjóndini – serliga í tínum aldri – men tá tú skrivar, at tað er blivið serliga ringt seinastu 1-2 mánaðirnar, so kann tað vera, at tú hevur brúk fyri onkrari hjálp fyri at fáa tað betri. Tað kann hjálpa nokkso nógv at tosa við onkran um hetta. Kanska hevur tú onkran í familjuni, ein lærara, heilsusystir á skúlanum ella onkran ítróttavenjara, sum tú stólar uppá? Um ikki, so kanst tú ringja til okkum á Barnabata á tlf. 116111. Telefonin svarar hvønn dag millum kl. 18-22. Tú kanst tosa við okkum uttan at siga, hvør tú ert. Tú ert eisini vælkomin at skriva aftur her.
Alt tað besta.