Boyla

Spurningur: Eg eri ein 17 ára gomul genta, sum skjótt skal byrja uppá boyla viðgerð. Tað kennist sum um alt rundan um meg er í ferð við at detta sundur. Eg eri bangin fyri, at eg fari at missa sjeikin og vinir mínar, og tað følist sum um ongin veruliga skilur, hvussu nógv hetta ávirkar meg. Eg fylli 18 í summar, men í staðin fyri at gleða meg, føli eg bara, at viðgerðin fer at oyðileggja alt tað góða, sum skuldi fylgt við at verða 18 ára gomul.
Góða tú
Takk fyri brævið.
Eg rokni við, at fleiri hava somu tankar sum tú, tá tey skulu byrja upp á boylaviðgerð – also at man verður nervøsur um tað – tí andlitið er ein so stórur partur av útsjóndini hjá okkum. Eg rokni ikki við, at tú fert at missa sjeik og vinir, men eg skilji væl, at tú kanst hava teir tankarnar. Kanska hevði tað hjálpt hjá tær at sagt tað hart við tín sjeik og tínar vinir? Hjá teimum allarflestu, ið fáa boyla, er tað eitt sindur strævið í byrjanini, men tá man hevur vant seg við tað, so hugsar man (og onnur rundanum) næstan ikki um tað. Og soleiðis hopi eg eisini, at tað fer at vera hjá tær.
Tú ert vælkomin at skriva aftur til okkara.
Alt tað besta.