Sjálvmorð

Spurningur: Hey, eg havi okkurt sum eg vil siga sum eg veit at eg bara havi sagt við 3 fólk. Fólk sum eg stóli ordiliga uppá, og eg veit ikki fari at siga tað víðari. Tingið er, at eg havi sjálvmorðstankar. Eg hugsi um at gera tað næstan dagliga… eg havi hug at gera tað, men eg veit eisini at eg havi nógv at liva fyri, og at eg eisini bara eri 14 ára gamal. Teir sum eg havi sagt tað við er, eina gentu sum eg havi møtt yvur netinum, vit eru bæði tvey anonym, so vit kenna ikki hvønn annan. Ein annan eg havi sagt tað við er ein av vinkoninum hjá mær. Vit eru ordiliga góðir vinir, og eg veit at eg kann stóla uppá henni. Og so tann triða eg havi sagt tað við er heilsufrøðingin í skúlanum, grundina til at hon veit av tí, er tí at… eg havi tað ikki so gott í skúlanum, eg havi ongar vinir og eg dugi ikki so væl at fokusera ella stava (ella benda) so tað blívi eg onkutíð argaður fyri… tað endaði við at eg segði tað við lærarin hjá mær, at eg ikki hevði tað so gott. Og hon faktist tók tað seriøst, ringdi heim og segði við meg at eg kundi fari til heilsufrøðingin og tosa við henni, eg havi síðani tosa við henni tvær ferð og sagt við henni at eg havi sjálvmorðstankar og havi hugsa um at fara at gera sjálvskaða… hon hevur sagt at eg kundi fari til “therapy” men so skal hon tosa við foreldrini hjá mær… tað tori eg ikki… hon spurdi um hon kundi siga nakað av tí sum eg havi sagt við henni, og eg segði “ja”, men við ein viðmerking. Um teir ikki fara at tosa við meg um tað heima, tí at vissi teir gera tað so fari eg bara at hugsa meira um tað… eg havi slett ikki sagt ordiliga grundina til at havi øll hesi problemini, lætt sagt. Eg eri tann sum skrivaði brævið: “eri sligin upp við dámuna av 9 mánaðir og eg veit ikki hvat eg skal gera”. Nakað sum eg blívi við at hugsa er: “eg leggji ikki í um eg vakni í morgin.” Og “hví ikki bara enda tað her?” Men eg veit ikki um eg faktist skal gera tað… eg orki faktist ikki meira, eg ynskji eitt vanliga lív, uftan alt hatta her, sjálvmorð og sjálvskaða. Men eg kann ikki sleppa undan tí. Eg eri komin til tað punkti, at eg ikki eingongd kann hyggja meg sjálvan í spegli longur, tí at eg altíð “doubti” meg sjálvan og havi fingið “body dismorphia”. Eg orki ikki meira. Skal eg bara enda tað her? Er hetta endan av kapitlinum? Skal eg fara til “therapy” ella hvat? Eg veit ikki longur. Eg haldi eisini at eg havi ADHD ella autismu. Tað veit eg ikki, havi tó sagt tað við foreldrini og heilsufrøðingin. Kann onkur hjálpa mær? Please? Umskylda fyri stavifeilanar og kanska teir random kommaðinar og punktumini, føroyskt er ikki mítt fyrsta mál. Kann onkur hjálpa mær?

Góði tú,

Takk fyri brævið og, at tú ert so opin og erligur um tínar truplu umstøður. Tað krevur ótrúliga nógv dirvi at seta orð á slíkar kenslur, serliga tá tú følir teg einsamallan, og tá óvissan fyllir so nógv. Tað vísir, at tú hóast alt hevur eitt stórt ynski um at fáa hjálp, og tað er ein sera vigtig byrjan.

Eg lesi úr brævinum hjá tær, at tú hevur havt tað tungt leingi, og at sjálvmorðstankar og sjálvshatur fylla nógv hjá tær dagliga. Tað er tungt at ganga við hesum einsamallur. Tú sigur eisini, at tú vilt hava eitt vanligt lív uttan alt hetta, og tað er so vigtigt, tí hetta vísir, at tú vilt liva, bara uttan pínuna. Tað er møguligt at fáa tað betri, sjálvt um tú kanska ikki følir tað soleiðis nú.

Eg haldi, at tað er gott, at tú longu hevur tosað við heilsufrøðingin og læraran. Tað er júst tað, tú eigur at gera. Tað, at tú ert bangin fyri at foreldrini fáa tað at vita, er eisini skilligt, men allar oftast er tað soleiðis, at tey, sum elska teg, vilja hjálpa, hóast tey ikki altíð vita heilt hvussu. Heilsufrøðingin kennir reglarnar og skal tryggja, at tú fært ta hjálp, tú hevur brúk fyri á ein tryggan hátt. Tú mást ikki vera einsamallur við hesum.

Tú spyrt, um tú skalt fara í “therapy”. Har er svarið ja, tað hevði verið ein sera góður vegur fram. Ein sálarfrøðingur, ráðgevi ella líknandi kann hjálpa tær at skilja, hvat gongur fyri seg innan í tær, og geva tær amboð at handfara kenslurnar á ein tryggan hátt. Hetta er ikki endin av kapitlinum. Tað kann tvørturímóti vera byrjanin upp á eitt nýtt kapittul, har tú lærir at fáa hjálp og líða minni.

Um ella tá tú kennir, at tú ikki orkar meira, er tað ótrúliga vigtigt, at tú sigur tað beinleiðis við onkran vaksnan, t.d. foreldrini, heilsufrøðingin ella ringir til Tú og Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111. Har svarar onkur allar gerandisdagar millum kl. 18 og 22.

Tú ert ikki einsamallur, sjálvt um tú kanska følir tað soleiðis. Og tú ert veruliga verdur lívið!

Alt tað besta til tín,
Herborg