Sjálvmorð

Spurningur: Hey, eg eri tann dreingin sum skrivaði: Brævið: Eri sligin upp við dámuna av 9 mánaðir. Eg kann ikki taka tað meira følist tað sum um, eg føli meg ikki gott longur. Tað er blívi verri nú. Eg tori ikki at siga nakað við nakran, tað følist sum um at vissi eg geri so fara tey bara at siga, “eg veit hvussu tú hevur tað” ella “eg eri her fyri teg” sum eg ikki stóli uppá longur, tí at tey tvey sístu sum eg faktist havi sagt tað við, hava bara “backstaba” meg. Eg havi trust issues nú… eg kann ikki eingongd hyggja megs jálvan í spegli longur. Tankanar blíva forr nógv. Eg føli meg einsamallan, eg havi ongan at tosa við, eingin vinir, har er eingin sum kemur upp til mín í skúlanum og vissi eg roynk at tosa við fólk, so blívi eg bara skumpaður vekk og so siga tey “fuck off” ella “halt kjaft, eingin tímur at tosa við teg” ella “eingin tosaði við teg” eg havi eingin vinir longur, eg fylgi bara aftaná tey, sum eg rógvi við í skúlanum. Tosi ikki so nógv… tori ikki at siga nakað. Og tað er har at sjálvmorðs-tankanar koma frá, at eg eri einsamallur, at eg havi ongar vinir og at eg havi eingin at faktist tosa við, og faktist blíva tosa við sum eitt ordilligt meniskja. Beint nú følist tað sum at eg bara taki pláss her og eg havi sagt við meg sjálvan at eg leggji ikki í um eg ikki vaknið í morgin… eg kann ikki takað tað meira. Eg føli meg sum ein “nobody”. Eg tori ikki at siga tað við míni foreldur, tí at eg veit ikki hvat tey fara at siga. her er einasta plássi eg tori tí at alt er anonymt. Eg tími ikki alt hatta her longur. Eg kann ikki meira. Onkur hjálp mær. Eg veit ikki hvat eg skal gera meira.

Góði tú,

Takk fyri brævið og fyri títt dirvi at lýsa tína støðu her.

Tað ljóðar sum, at lívið er sera strævið hjá tær beint nú. Eg skilji væl at lívið kennist tungt, tá tú kennir teg bæði sviknan og einsamallan, og tá tað kennist sum, at eingin tímir at tosa við teg.

Tú skrivar at tú seinastu tíðina hevur fingið tað verri og at tú hevur fingið sjálvmorðstankar. Tað ger at eg gerist ordiliga stúrin um teg, og eg haldi, at tað er ordiliga vigtugt, at tú ikki gongur einsamallur við sjálvmorðstankunum.

Hóast tað kennist sera torført at tosa við nakran, so hevur rætt til at fáa hjálp við tí, sum tú stríðist við. Er tað ongin vaksin, sum tú kundi roynt at tosa við, um hvussu tú hevur tað? Kanska foreldur, lærarar ella heilsufrøðingin á skúlanum? Tú nýtist ikki at fortelja alt, tú kanst bara siga, at tú hevur tað ringt og hevur brúk fyri at tosa við onkran.

Tú kanst eisini ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl 18 til 22. Tú nýtist ikki at siga hvør tú ert, og har sita fólk, sum kunnu lurta og sum vilja hjálpa tær. Tú ert eisini altíð vælkomin at skriva aftur her.

Tú eigur ikki standa einsamallur í hesum. Tað eru fólk, sum vilja og kunnu hjálpa tær – og fyrsta lítila stigið kann vera, at fortelja onkrum um, hvussu tú hevur tað.

Vinaliga
Sára