Sjálmorð, klandur millum foreldur

Spurningur: Hetta er kanska eitt sindur cringe og basic, tí tað eru nógv sum skriva um sjálvmorð, eisini sindur bangin um tað nú eru fólk sum finna útav at eg havi skriva hetta, sjálvtum tey nokk ikki fara. Míni foreldurt klandrast alltíðina hvønn dag, hetta er ikki yvir dramatisera, faktist hvønn dag og eg og míni systkin vera altíð blanda uppí, ella klandri gongur út yvir okkum. Eg eri eisini blivin sligin fyrr, og lítla systur mín sum er 9 ár. Eg eri eisini blivin kallaður nøvn av pápa mínum sum slett ikki dugir at stýra sær, til dømis “chicken shit”, “weak ass” og onnur ting. Familjan kann ikki sita saman í 10 min uttan at klandur verur. Serliga mamma mín sum byrjar. Havi nul privatlív her heima. Bara klandur og skeld. Hon roynir at fáa okkum at vera saman sum familja men hjálpir ikki ein skit. Vit vera tvungin at brúka tíð saman við henni sum ongin tímur faktist. Tað ringasta er at hon er enntá SSP ráðgevari, so man skuldi trúð hon dugdi betri at faktist halda sindur skil á. Eg havi eisini ongar vinir í skúlanum. Hinir tosa sjálvdan við meg, ongin sum hongur út við mær aftaná skúla tíð. Um hinir í flokkinum høvdu kunna valt onkran at hingi út saman við so eri eg last pick. Eg eri eisini við í einum tónleika bólki, sum mær dámar væl, men tað hjálpur ikki nógv, mamma hevur eisini forða mær fleiri ferir at veri við tá ið hon hevur veri óð, eisini tí tey sum eg eri í bólki saman við eru í einari heilt aðrari bygd enn eg. Hon veit ikki av øllum hesum sum eg hugsi um, tí eg troysti mær ikki at siga tað við míni foreldur. Men tað sum fyllur nógv hjá mær er at eg blívi við at hugsa um hesa einu gentuna. Eg havi aldrin nakrantíð sæð eina so pena gentu, men eg havi ongan kjans, hinir siga at eg ikki síggja nóg góður út, fingi tað at vita heima. Eg hugsi bara um hana, onga aðra. Torið ikki at spyrja, ella fara yvir til hana, tí um hon hevði sagt nei, so hevði eg faktist gjørt tað. Kettan hjá mær doyði eisini. Vit høvdu bara haft hann í 1 ár tá ið hann bleiv yvirkoyrdur. Eg havi aldri veri so keddur í mínum lívi. Hetta hendi fyri fleiri fleiri fleiri vikum síðani, kanska eisini nakrir mánaðir, men eg hugsi enn um hann allatíð, sjálvt tá ið vit fingu eina nýggja, men tað er slett ikki tað sama. Men nei, eg skuldi í skúla dagin eftir, og dagin aftaná tað. Fekk eisini at vita frá einum drongi í mínum flokki at hann var glaður fyri at hann var deyður, bara eina viku aftaná ketta mín doyði. Eg havi ikki ongongd skriva um alt tað ringa sum hendur hjá mær. Eg hevði kunna skriva nógv meir, og hetta virkar kanska ikki so ógvusligt, men eg dugi ikki ordigliga at greiða ordligt frá, tí eg havi aldrin fortalt nøkrum fyrr. Hetta brævi sokkar reyv men eg dugi ikki at gera uppá ein ørvísi máta

Góði tú,

Takk fyri brævið og fyri tína lýsing av tínum umstøðum og hvussu tú hevur tað. Brævið hjá tær er als ikki basic ella cringe.

Tað ljóðar sum at lívið hjá tær er sera tungt beint nú. Tað má vera hart at foreldrini klandrast allatíð, ongar vinir at hava, at hava mist eina kettu og at hugsa um eina gentu, sum man ikki torir at tosa við. Tað má hava kravt dirvi av tær, at skriva um alt hetta, sum tú ikki hevur fortalt nøkrum øðrum. Takk fyri tað.

Eg haldi ikki at tú skalt ganga einsamallur við øllum hesum, sum tú skrivar um. Hevur tú nakran vaksnan, sum tú hevur álit á og kanst tosa við? Um tað er ov trupult at tosa við foreldrini hjá tær, so haldi eg at tú átti at tosa við onkran annan vaksnan, so sum onkran í familjuni, ein lærara ella heilsufrøðingin á skúlanum. Saman kunnu tit finna útav, hvat tú hevur brúk fyri.

Kanska tað er ringt fyri teg at tosa við onkran vaksnan um alt tað, sum tú hevur skrivað her, men tú noyðist ikki at siga alt í senn. Tú kanst siga okkurt av tí, ella tú kanst vísa teimum tað, sum tú hevur skrivað her.

Tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl 18 til 22.

Alt tað besta,

Sára