Góða tú,
Takk fyri brævið. Tað ljóðar sum um, tú hevur tað sera tungt júst nú, og at nógvar kenslur og tankar koyra runt í høvdinum. Tá mann hevur ein sjálvshatur, skuld og tankar um sjálvmorð, følist tað bæði ógreitt og einsligt og kann følast ómøguligt at forklára fyri øðrum. Tað er væl skilligt, at tú følir teg frustreraða, serliga tá tú upplivir, at eingin veruliga lurtar ella skilur, hvussu tú hevur tað.
Tú skrivar eisini, at tú hevur drukkið parfumu, og at tú byrjar at hugsa um sjálvmorð, tá tú følir teg illa. Tað er sera álvarsamt, og tú eigur ikki at standa einsamøll við teimum tonkunum. Tá mann hevur tað so tungt, kann tað vera eitt tekin um, at mann hevur brúk fyri meira hjálp og stuðli frá vaksnum rundan um seg.
Tú nevnir eisini, at tað er trupult at vita, hvat tú hugsar ella at seta orð á tað. Tað er í veruleikanum nógv ung (og sanniliga eisini vaksin), sum uppliva júst tað sama. Tá kenslur eru sera sterkar, kann tað vera ringt at skilja seg sjálva ella forklára tað, sum fer fram innaní. Tað merkir ikki, at tú ert býtt, ella at okkurt er “galið” við tær sum persónur. Men tað kann vera eitt tekin um, at tú hevur brúk fyri onkrum at tosa við, sum kann hjálpa tær at skilja og seta orð á tað.
Tað hevði verið gott, um tú kundi tosa við ein vaksnan, sum hevur møguleika at hjálpa tær. T.d ein lærara, heilsufrøðing, kommunulæknan ella ein annan vaksnan, sum tú kennir teg trygga við.
Tú fortelur, at tú hevur góðar vinkonur, og tað er so gott, at tú hevur fólk rundan um teg, sum vilja hjálpa. Men tú eigur eisini at fáa hjálp frá vaksnum, so tú ikki stendur einsamøll við hesum.
Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur. Tú kanst eisini ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl. 20 til 24. Har sita vaksin, sum eru von at lurta og hjálpa. Tað er hjálp at fáa.