Angist??

Spurningur: Hey, eg fari at bara forklára hettar í enskum. Lately, I am getting random like anxiety attacks? But this time it’s like a lot worse. It first happened when I tried to fast for a day. As soon as I got to around 18-19 hours, I left the house without water or anything. I was waiting in my father’s car and then suddenly my heart felt like it was slowing down, and like I couldn’t breathe. My vision was slightly blurry.. but it’d only last for a little before coming back again. Today at school, it happened again, but I wasn’t fasting this time, just skipped breakfast (nothing usually happens) the same thing happens again. Should I go see a doctor?

Góða/i tú,

Takk fyri, at tú skrivar og deilir hetta. Tað ljóðar óbehagiligt at uppliva, at hjartað kennist løgið, at tað er torført at anda og at sjónin verður óklár. Tá slíkt hendir, kann ein lættliga gerast bangin, og tað er væl skiljandi.

Tað er sjálvandi trupult at siga nágreiniliga hvat orsøkin kann vera til hatta, sum hendi hjá tær, men sovorðnar upplivingar kunnu bæði hava við angist, men eisini við at hava etið og drukkið lítið. Tá tú fastar, ikki drekkur vatn og leypur morgunmatin um, kann kroppurin reagera upp á tað. Millum annað soleiðis sum tú upplivdi tað.

Vit kunnu ikki siga, hvat tað er gjøgnum eitt bræv, men tað hevði verið eitt gott hugskot at tosa við ein vaksnan, sum tú hevur álit á, eitt nú tíni foreldur, ein lærara ella onkran annan vaksnan. So kunnu tit tosa um at fara til lækna og greiða frá, hvat tú upplivir. Ein lækni kann hjálpa við at kanna, um alt er, sum tað skal vera og geva tær tryggleika.

Samstundis er hevur tað eisini týdning, tá man er í tínum aldri, at tú minnist til at eta regluliga, drekka vatn og royna at anda róligt um tú merkir, at kroppurin byrjar at kennast soleiðis aftur.

Tú ert altíð vælkomin at skriva ella ringja aftur til Tú og Eg Ráðgevingina hjá Barnabata 116 111 um tú hevur hug. Tær nýtist ikki at standa einsamøll við hesum.